Lýsing
Lýsing

Bíbliuskúlin PODAS á níggju støðum um landið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.10.2021 - 08:46 Mentan Tíðindaskriv

Hetta er 13. árið á rað farið verður undir nýggjar Podas-flokkar um landið. Hetta skúlaárið verða PODAS flokkar á níggju støðum um landið.

”PODAS Ekklesias” er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá oktober til apríl. Frálæran byrjar ein av fyrstu døgunum. Enn er tíð og pláss at tekna seg til skeiðini.

Hesi árini, Podas hevur virkað, hava fleiri enn 700 fólk gingið á Podas, bæði ung og eldri, kvinnur og menn, roynd í trúnni og óroynd.

 

Níggju flokkar um landið

HVALBA: Podas fyri Øll er fyri tey, sum ikki hava tikið PODAS áður. Skeiðið verður í Hvalbiar Missiónshúsi frá 2. november kl. 19.30.
Floksleiðarar eru: Jógvan Højgaard, Katrin Mortensen, Bergfríð og Johan Sørin Berg.

EIÐI: PODAS 1 verður í Missiónshúsinum Karmel. Byrjað verður 27. oktober kl. 19.00. Floksleiðarar eru: Jonhard Jógvansson og Katrin Højsted.

TOFTIR: PODAS 1 verður í Missiónshúsinum Tabor. Byrjað verður 25. oktober kl. 17.00. Floksleiðarar eru: Randi Joensen, Kristianna Johannesen og Jóhannus Mikkelsen.

KLAKSVÍK: PODAS 1 verður í KFUM/K. Byrjað verður 26. oktober kl. 17.00. Floksleiðari er: Rannvá Langaard.

KLAKSVÍK: PODAS 2 verður í Emmaus. Byrjað verður 28. oktober kl. 19.00. Floksleiðarar eru: Hjalmar Waag Arge og Hjørleif Poulsen.

LEIRVÍK: PODAS 2 verður í Missiónshúsinum. Byrjað verður 25. oktober kl. 19.30. Floksleiðarar eru: Ove Heinesen, Tummas Kannuberg og Brandur Sjúrðarson.

SANDAVÁGUR: PODAS 2 verður í Meinigheitshúsinum Saron. Byrjað verður 27. oktober kl. 19.00. Floksleiðarar eru: Gunnar Nattestad og Ingolf Johannesen.

TÓRSHAVN: PODAS 3 verður í Vesturkirkjuni. Byrjað verður 3. november kl. 17.30. Floksleiðarar eru: Liljan og Kim Leo Midjord.

SKÁLA: PODAS 3 verður í Kirkjukjallaranum. Byrjað verður 1. november kl. 19.30. Floksleiðarar eru: Mary Petersen og Carsten Fonsdal Mikkelsen.

 

Bøkur og tilfar fæst við skúlaársbyrjan.

Tilmelding: Tilmeldingarfreistin er ymisk frá stað til stað; men freistin er við at ganga út á flestu støðum. Tilmelding á heimasíðuni www.podas.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…