Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hilton Garden Inn Faroe Islands eitt ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2021 - 15:45 Tíðindi Vinna

Í dag er tað eitt ár síðani, Hilton Garden Inn Faroe Islands lat upp, og tað verður hátíðarhildið við “Grand Opening“ av Brúsandi fríggjadegi í dag.

Hilton Garden Inn Faroe Islands var fyrsta altjóða hotellið í Føroyum og lat upp mitt í koronu-tíðarskeiðnum í fjør. Síðani ferðavinnan kom í gongd aftur í summar, hava heilt nógvir útlendingar gist á Hilton Garden Inn.

Hotellstjórin Martin Restorff er sjálvur vorðin 'heimskendur' í Føroyum í sambandi við skemtingarsomu lýsingarnar fyri hotellið í vetur, tá ið hann royndi at fáa føroyingar at gista á Hilton. Hetta hepnaðist sera væl, og Martin er sjálvur serstakliga fegin um, at føroyingar hava tikið so væl ímóti hotellinum og sigur:

“Hilton-toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at fáa enn fleiri føroyingar á gátt í vetur til jólaborðhald, gistingar og Brúsandi fríggjadag - tí tað setur ein heilt serligan dám á á hotellinum. Øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta Brúsandi fríggjadag í kvøld. Vit byrja kl. 16. Wauv!”

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…