Lýsing
Lýsing
Lýsing
Suðurættin næstan alla vikuna, og hitin fer at liggja um 10-11 stig fyrra partin av vikuni. So kølnar aftur, og vit kunnu vænta nakrar drúgvar løtur við regni. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.10.2021 - 16:25 Tíðindi Veðrið

Veðrið í vikuni fer at vera ávirkað av lágtrýstum, sum ferðast ímillum Føroyar og Ísland; seinnapartin í vikuni sunnan fyri Føroyar.

Vit fara at fáa vestara partin á lágtrýstunum á okkum, tað er har lágættirnar eru. Tær fara at dominera veðrið líka fram til vikuskiftið. Eftir tað er høgættin aftur.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadag: 8 til 13 m/s av útsynningi, Seint seinnapartin minkar vindurin niður í  3 til 8 m/s, og ættin fer upp í vestan. Skýggjað og ælaveður allan dagin, og hitin fer at liggja um 8-9 stig.

Týsdag: Lítil vindur av suðuri um náttina, um 5 m/s ella minni, men veksandi eitt sindur fyrrapartin. Eitt sindur út á seinnapartin eru 7 til 12 m/s av landsynningi. Seint um kvøldið minkar aftur. Yvirhøvur turt fyrrapartin, men seinnapartin fer at regna, og tað regnar restina av týsdegnum. Hitin fer at veksa úr 8 stigum upp í 11 stig.  

Mikudag: 10 til 15 m/s av útsynningi-suðuri. Um kvøldið sunnan. Skýggjað og yvirhøvur turt, tó æl í støðum. Hitin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Hósdag: 10 til 15 m/s útsynningi-suðuri. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin fer at liggja um 9 stig.

Fríggjadag: 8 til 13 m/s av landsynningi-eystri, men út á dagin fer at mala úr ymsum ættum, og vinurin minkar niður í lítið og einki. Um kvøldið eru um 5 m/s av útsynningi. Regn størsta partin av degnum, og hitin fer at liggja um 7-8 stig.

Leygardag: 5 m/s av útsynningi. Ælaveður fyrrapartin, men annars yvirhøvur turt. Hitin fer at liggja um 7-8 stig.

Sunnudag: 10 til 15 m/s av norði um náttina og út seinnapartin. Um kvøldið minkar vindurin niður í umleið 5 m/s. Avfall við regni ella vátakava um morgunin; turt seinnapartin. Hitin fer at liggja um 5-7 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…