Lýsing
Lýsing
Karl Johansen, borgarstjóri | Mynd: Oliver Joensen

Borgarstjórin: - Støðan er undir kontroll

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.10.2021 - 16:29 Tíðindi

Eysturoyggin og Norðoyggjar eru nógv harðast raktar av hesum Corona-útbrotinum. 115 tilburðum hava verið í Eysturoynni seinastu 2 vikurnar, og Norðoyggjar eru beint aftanfyri við 113 tilburðum. Landslæknin sigur, at fólk fara at fáa tilboð um 3. prikið skjótt, men at heilsustarvsfólk fyrst standa fyri tørni. Men borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, tekur tað meira róligt, men mælir øllum býarbørnunum til at lata seg kanna og koppseta seg.

Tá ið Kringvarpið tosaði við borgarstjóran á miðdegi í dag, so sigur hann, at fólk eru eitt lítið sindur frustrerað. Støðan er ikki góð, men er fult undir kontroll. Á Skúlatrøð eru 4.-10. flokkur sendir heim og fáa undirvísing umvegis internetið. Hetta er eftir boðum frá landslæknanum og landsmyndugleikunum.

Á dagstovnaøkinum eru 450 børn, og 190 børn afturat eru tilknýtt frítíðarskúlum. Her er opið sum vanligt, men gripið verður inn so hvørt, um tilburðir har vísa seg. Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at tey fara at fylgja boðunum frá landsmyndugleikunum og landslæknanum. Hann mælir til, at øll í kommununi lata seg kanna.

Eitt stórt útbrot var í Betesda fyrr í vikuni, og har varð alt avlýst, og tað sama er hent fyri guðstænastuna í Christianskirkjuni í gjár. Ítróttarfeløgini hava niðurlagt venjingarnar í Klaksvík, sigur borgarstjórin eisini. Á eldraøkinum hava øll fingið 3. prikið, men mælt verður kortini til, at í mesta lagi 2 fólk eru inni hjá hvørjum búfólki, og starvsfólkini skulu lata seg kanna 2 ferðir hesa vikuna.

Borgarstjórin endar við at mæla øllum, ið ikki longu eru koppsett, um at lata seg koppseta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin