Lýsing
Lýsing
Lýsing

At Skapa

SKRIVAÐ: Mai Jacobsen, Sniðgevi / íverksetari  |  27.10.2021 - 11:20 Mentan Vinna

Har er okkurt magiskt í at ein tráður kann gerðast til eina troyggju, eitt træpetti til eina skeið, ella at ein blýantur kann blíva til eina roman. At skapa nakað úr næstan ongum er nakað heilt serstakt, men hví? Ger hetta nakran mun í okkara lívi?

 

At skapa nakað

Tað krevur bæði áhuga, hugflog og tíð at skapa. Við at skapa, lærir mann seg sum oftast eisini eitt

handverk, og tað krevur sum so ikki hugflog at læra. Tað krevur áhuga, ágrýtni og at mann ger sær

ómak; ómak við at megna eina uppskrift ella at kava niður í eitt handverk og granska fleiri

møguleikar við tí. Tá mann hevur megnað hetta, kann mann byrja at “spæla” við ymiskar teknikkir í

ymsum tilfari, og so kann hugflogið verðuliga blóma.

 

Ein spurningur um virði

 

At skapa eitt ting ella eina vøru hevur nógv ”bleyt” virði við sær. Tað er ein heilt

serlig og errin kensla at vera liðug/ur við eina verkætlan. Ofta hevur verkætlanin verið leingi í

tonkunum, áðrenn man fer í holt við hana, og mann blívur errin av, at mann hevur tikið seg saman

til at gjøgnumføra tað - Og sjálvandi er mann eisini errin av úrslitinum! :)

Nøkur listafólk blivu spurd, hvat virði kreativitetur gevur teimum í lívinum :

- Eina kenslu av granskan, ævintýri og tað at gera nakað av sínum eintingum, sum

smittar víðari á onnur økir í lívinum.

- Kreativitetur er sálarviðgerð fyri tann, sum íðkar tað. Tað er avslappandi og tað er ein máti at

fáa betur samband til seg sjálvan. Kreativitetur eggjar til gleði.

- Kreativitetur gevur tilknýti til ein felagsskap, ígjøgnum eitt handverk og kreativitetur er

sum ein gáva, ið kann deilast við onnur.

Nú á døgum kann ein keypa alt, einum tørvar og meira enn tað! Men at skapa okkurt sjálv/ur, er

og verður ongantíð tað sama sum at keypa nakað nýtt.

Ofta skal tú gjalda meira í tilfari til eina kreativa verkætlan, enn hvat ein líknandi vøra í einum

handli hevði kosta. Munurin er, at tá ein sjálvur ger tað, liggur eitt heilt annað virði aftanfyri - ein

heilt onnur hugsjón, og keypir tú nakað handgjørt, fær tú eitt petti av hesum viðrinum við.

DIY fyrr og nú

DIY (Do It Yourself/ger tað sjálv/ur) - mentanin byrjaði fyri langari tíð síðan, sum ein máti at spara

pening.

 

Í 70-unum blómaði siðmenningin millum ung, sum settu seg upp ímóti materialismuni. Hetta bleiv

til eina varðandi stakmentan, sum gekk upp í nýskapan í gerðandisdegnum.

Fyri hesi ungu handlaði tað um, at standa ímóti materialismuni og at skifta forbrúk út við at skapa

nakað sjálvi. Tey tóku góðsku frammum nøgd.

DIY-mentanin er komin nógv fram aftur tey seinnu árini, í takt við at tíðarandin leggur stóran dent

á at skapa eina burðardygga framtíð. Greta Thunberg og Grønland minna okkum á, at verðin ikki

kann halda til okkara ovurnýtslu, og hetta tekur DIY-mentanin undir við. Dentur verður lagdur á

burðardyggar vørur og eisini burðardyggar loysnir.

 

Tøknifrøði

Internetið er ein av størstu grundunum til, at DIY-mentanin breiðir seg. Við internetsambandi og

góðum vilja, kann mann læra alt á netinum. Á Youtube kann mann fáa undirvísing í næstan øllum:

Eitt systkinabarn hjá mær lærdi seg at hekla, eg havi lært meg “Canadian Smocking” og fosturpápi

mín hevur lært seg at dreya træ.

At internetið og tann talgildi tíðsaldurin breiða handverk og hugmyndir víða um, er eisini grundin

til at tíðarandin er, sum hann er. Vit royna at finna javnvág ímillum eitt digitalt og eitt analogt lív.

Alt tað, vit mangla í eini digitalari tilveru, forstørrast og verður sett í hásætið. Har eru bæði tey,

sum eru vaksin upp analogt og sakna tað, og eisini tey sum søkja eitt mótspæl til ein digitalan

uppvøkstur. Hetta gerst sjónligt í okkara umhvørvi, okkara heimi og eisini í tí, vit lata okkum í.

Lokalt og globalt

Digitalt og analogt kunnu arbeiða saman. Á Instagram kunnu kreativir føroyingarnir fáa ein pall,

sum røkkur út í allan heim. Eitt nú eru profilar sum @faroeknit og @alia_gurli tveir

kreativir profilar innan ymisk handverk, sum hava skapað sær eitt heilt serligan stíl á hesum

pallinum.                           

Kreativitetur bindur seg ikki bara til materiell ting, handverk kann eisini vera digitalt ella ein

blandingur av báðum. Eitt nú profilar sum @byolafsdottir, @gurilla_design

og @rannvajoensen hava aðrar mátar at arbeiða við kreativiteti, hvør á sínum øki: myndlist,

myndatøku og ferðavinnu.

Allar hesar omanfyri nevndu kvinnur, hava skapa ein instagram-profil á høgum støði og vekja

altjóða áhuga.

Um mann ikki er kreativur á øllum økjum, so er eitt tað besta ráði eg havi fingið; at fáa sær hjálp til

tað, sum ein antin ikki dugir, ella ikki hevur tíð til sjálv/ur.

Á netinum finnast fleiri síður, bloggur og facebook-bólkar, sum snúgva seg um handverk

og tað at skapa. Har eru fleiri altjóða áhugafelagsskapir, har fólk kunnu deila sítt

handverk við onnur, umframt at fáa hugskot og vitan. Slíkir felagsskapir gerast enn meira

verðuligir, tá mann kann møta øðrum áhugaðum, á eitt nú Bindifestivalinum í Føroyum. Hesi tiltøkini geva

felagsskapinum eitt stað at møtast í verðuleikanum og eru við til at menna um áhugan.

 

Ein gáva

Eitt handverk, sum tað at binda hevur nógv annað við sær, enn bara at binda lykkjur á tógv.

Bindiklubbar eru sum ein lítil felagsskapur, har mann kann deila eitt handverk, læra og læra frá sær

og ofta gerast vinir fyri lívið. Eg havi sæð nógvar bindiklubbar veri úti og ferðast saman og veri á

spa-uppihald á Hotel saman :)

Flestu lærdu at binda hjá ommu ella mammu síni. Omma mín lærdi meg at binda, tá eg var 6 ár og

hon hevur eisini ofta givið mær heimabundnar jólagávur. Har er eitt heilt serstakt virði í tílíkum

gávum. Í eini skuffu havi eg einar skóleistar, sum eg fekk frá ommu í 2001. Eg brúki teir altíð um

veturin og stoppi hol, um tað er neyðugt. Eg goymi teir sum reyðargull, og nú omma er vekk, eru teir

meira verdir enn tað.

Nú corona hevur herja og fólk hava sitið heima í karantenu, hevur tað veri gott at duga eitt

handverk. Eg havi spurt vinir og kenningar, um hvørja kenslu tað gevur teimum at binda. Tey svara

millum annað; friðsælu, gleði og ró. Hetta líkist tí, sum listafólkini svaraðu til, hvat virði tey fingu

burturúr at skapað. So óansæð um tú skapar á høgum listarligum støðið ella um tú hugnar tær við

tí, gevur tað somu kenslu og sama persónliga virði.

Handverkið, sum omma lærdi meg, er ein gáva í sær sjálvum - ein gáva, sum ikki kann pakkast inn.

Tað er handað niður ígjøgnum fleiri ættarlið og er ein gáva, sum eg vil geva víðari.

Góðan festival tit!

 

Webshop:  www.maijacobsen.dk

Instagram: @maijacobsencph

Facebook:  https://www.facebook.com/MaiJacobsenDesigner/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik