Lýsing
Lýsing

Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2021 - umsóknarfreist

SKRIVAÐ: Almannaverkið  |  08.11.2021 - 12:11 Merkisdagar & Kunngerðir

Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2021 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 6. desember 2021.

Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barnagjøld ella hjúnafelagagjøld eru goldin.

Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.

Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 6. desember 2021 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í juni 2022.

Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.

 

Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga.

 

Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

 

Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara undir oyðubløð.

 

Á heimasíðu okkara av.fo undir Útgjøld og veitingar/Stuðul til uppihaldspengar, er meira at lesa um stuðulin.

Freist fyri stuðli ár 2021

Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2021, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2022. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum í 2021 burtur.

Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis"

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórt tunnilsblað fríggja­dagin
Nú mugu vit vakna
J&K Petersen skipaði fyri tornkranaskeið…
B36 vann løgmanssteypið
Veðrið í vikuni
“TEIR SJEY LESTRAR­NIR”-gudstænasta við a…
Greining: Fólkið vrakar samgonguna og ve…
Mjølnir greiddu sína skyldu
Team Klaksvík hevur skift venjara
Pensjonistar framvegis fyri vanbýti – og…
Sigurin komin undir land
Jóla­heilsan frá borgar­stjóranum
Dagføring av koronastøðuni
Sama jóla­kalendara øll barnaárini
Frimodt spyr um prísáseting hjá Landssjú…
Tríggjar ferðir ræst kjøt sama dag
Í viðarlund­ina eftir jólatræi
Norðlýsið á gøtuni
Eingin postbátur frá 6. desembur til 3.…
Jóla­træshaldið í Svínoy avlýst