Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: reddit.com

Vindur í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.11.2021 - 22:30 Tíðindi Veðrið

Tað fer at vera fitt av vindi í nátt. Eitt lágtrýst er í kvøld statt miðskeiðs ímillum Føroyar og Ísland. Tað er ikkiso djúpt, men hóast tað er nógvur vindur sunnan fyri miðjuna.

Og tað er júst tann parturin av lágtrýstinum, sum fer at nerta við Føroyar norðanífrá.

Tað regnaði eina løtu í kvøld, men nú er slitið í - tó eru nakrir ælingar.

Vindferðin í løtuni (klokkan er 22:30) liggur um 13 til 18 m/s av útsynningi, men hann fer at veksa eitt sindur í kvøld og í nátt, meðan ættin fer at flyta seg upp ímóti vestri.

Gongdin verður umleið hendan, soleiðis sum viðurskiftini í lufthavinum eru í løtuni, at á midnátt er vindferðin 15 til 20 m/s av útsynningi-vestri; klokkan 3 er vindferðin komin upp í 20 til 25 m/s av vestri. 

Klokkan 6 ella so fer vindurin at minka - klokkan 9 er vindferðin komin niður í einar 15 m/s, og ættin er farin í útnyrðing vestan. Á middegi eru um 5 m/s av vestri.

Yvirhøvur turt í nátt, tó okkurt ælið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið