Lýsing
Lýsing
Mynd: Pól Sundskarð

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.11.2021 - 14:43 Tíðindi Veðrið

Kalt høgættarrák í kvøld og í morgin. Somuleiðis ein part av sunnudegnum. Seinnapartin sunnudagin fer hann niður í vestan, og tað verður lýggjari aftur.

Einki illveður í vikuskiftinum. Tað var nógvur vindur í nátt, og hann er ikki aftur fyrr enn mikukvøldið og næsta vikuskifti eisini.

Í er dag er eitt lot av vestri, 5 til 10 m/s. Tað er turt kring alt landið. Soleiðis fer tað at vera restin av degnum í dag – tó kann okkurt ælið væntast seint seinnapartin ella í kvøld.

Hitin restina av degnum fer at liggja um 7 til 9 stig.

Í nátt fer vindurin at minka, og tað fer at regna eina løtu. Fyrrapartin í morgin er ælaveður, og ættin fer at snara upp í útnyrðing norðan, og vindferðin fer at veksa upp í 10 til 15 m/s. Um kvøldið veksur vindur upp í 13 til 18 m/s.

Hitin leygardagin fer úr 8 stigum um morgunin niður í 3 stig seinnapartin.

Sunnunáttina og -morgunin minkar vindurin aftur. Á middegi eru 3 til 8 m/s, framvegis av útnyrðingi norði, og ælaveður. Út á seinnapartin fer ættin niður í vestan, og út á kvøldið veskur vindurin aftur. Yvirhøvur turt sunnudagin, tó okkurt ælið – serliga um kvøldið.

Hitin sunnudagin fer at veksa úr 5 stigum um morgunin upp í 9 stig seinnapartin.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Handverksmeistara­felag : Hvør er…
Er demokratiski radarin sløktur í Tingan…
Unn Sørinardóttir Perdomo tekniskur leið…
Norðoya kvinnu­felag aðalfund
Norđoya Bátafelag opiđ hús
Silly-season (fótbóltsslatur)
MYNDIR: Hesi vunnu á Norðfrá-open 2022
Afturber­ingar­skipan til smærri fyritøkur
ÚSSM útbúging fyri skrivstovu­fólk, samsk…
Føroya fólkahá­skúli komin at vitja
Umstríddi reiðarin, Henning Kjeldsen, ve…
Armenia er tema á Holocaust­deg­num í ár
Neyvan nakað 10-mannafar úr høvuðsstaðnu…
B36 fingið nýggjan verjuleikara
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Asfalts­arbeiði hesa vikuna
Daniel Agger hevur keypt Trenskow úr NSÍ
Kringvarp Føroya sýnir TROM
Myndir og video: Seiðatorva í Hvannasund…
Hoyrdist av Kambsdali til Hvannasund