Lýsing
Lýsing
Beinta Klakkstein uttan fyri klædnahandilin Cheap, sum hon eigur og rekur | Mynd: Jóhann Lützen

Tað loysir seg at koma til Klaksvíkar á Black Friday

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2021 - 10:00 Myndarøð Tíðindi Vinna

Eins og í fjør skipar Klaksvíkar Handilsfelag fyri Black Friday-tiltaki fríggjadagin 26. november. Hesaferð verða ongi tiltøk umframt tey hjá handlunum hendan dagin, og enn einaferð er farsóttin orsøkin. Men nógv nýggj vøra er komin, handlarnir hava longri opið, og heilt mong góð tilboð, eisini í sambandi við jólasøluna, vera at síggja.

Norðlýsið spurdi Beintu Klakkstein, hvussu Klaksvíkar Handilsfelag hevur fyrireikað seg til Black Friday. Hon svarar, at tey hava gjørt sum tey plaga við at lýsa, at handlarnir hava longur opið, men at Corona hevur gjørt, at ongi tiltøk rundan um verða fyriskipað hesaferð. Handlarnir verða á tremur við nýggjari vøru og fara at hava longri opið. Nógv jólavøra er eisini komin heim hesa ferð.

Ein broyting er, at hóast handlarnir hava longur opið, so verður tað ikki eins leingi sum í fjør, tá handlarnir høvdu opið til kl. 22. Í ár lata teir aftur kl. 20, uttan teir sum vanliga hava opið longur, t.d. til kl. 22 ella kl. 23. Umframt Black Friday fer Klaksvíkar Handilsfelag eisini at hava opið ein eyka sunnudag í desember, og hetta er eftir áheitan frá kundunum, ið hava eftirlýst tað.

Tilsamans eru 28 limir í Klaksvíkar Handilsfelagi, ið er ein paraplyfelagskapur fyri tey handlandi í Klaksvík, og sum lýsir saman útattil. Felagsskapurin varð stovnaður fyrst í hesi øldini, og m.a. var fyrrverandi blaðstjórin á Norðlýsinum, Oliver Joensen, við til at stovna tað.

Beinta Klakkstein hevur sjálv handilin Cheap, og tey hava fyrireikað seg til dagin. Tey fara at hava nøkur tilboð og umskipað nakað innanhýsis.

Sum alla aðrastaðni er neyðugt at taka fyrilit fyri Corona-smittuni, og Beinta Klakkstein viðurkennir, at tað hevur rakt feløgini í Klaksvíkar Handilsfelagi hart, ikki bara fíggjarliga, men tí tað hevur kravt meira orku at skula taka hædd fyri sóttini alla tíðina.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…