Lýsing
Lýsing
Á myndini síggjast Tina í Dali Wagner saman við manninum Jónas í Dali framman fyri Fredensborg slot.

 Kongalig viðurkenning til Filmshúsið

SKRIVAÐ: Filmshúsið  |  23.11.2021 - 17:19 Mentan Tíðindaskriv

Leiðarin á Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner fekk í oktober eina innbjóðing frá Margrethu drotning. Talan var um eitt stórt tiltak, har umboð fyri donsku, grønlendsku og føroysku filmsvinnuna vórðu boðin til konsert í Slotskirkjuni og síðani til døgurða á Fredensborg Slot. Tina í Dali Wagner, sum umboðaði Føroyar, heldur hesa innbjóðing vera eina viðurkenning av spírandi føroysku filmsvinnuni:

“Hóast Filmshúsið ikki hevur nógv ár á baki, hevur virksemið verið nógv. Filmsvinnan hevur eisini ment seg og støðugt fjølbroyttari filmar verða framleiddir, hóast játtanin til filmsstuðul ikki er stór. Vit royna at vera sjónlig bæði her heima í Føroyum, men eisini uttanlands” sigur Tina í Dali Wagner.

Í summar vitjaði Margretha drotning í Sjóvinnuhúsinum har hon m.a. fekk kunning um spírandi filmsvinnuna í Føroyum. Jón Hammer, nevndarlimur í Stýrinum fyri Filmshúsið, greiddi frá um føroyska filmsframleiðslu og vísti brot úr filmsrøðini "Trom" eins og úr heimildarfilminum "Heartist", ið snýr seg um Sigruna Gunnarsdóttir.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórt tunnilsblað fríggja­dagin
Nú mugu vit vakna
J&K Petersen skipaði fyri tornkranaskeið…
B36 vann løgmanssteypið
Veðrið í vikuni
“TEIR SJEY LESTRAR­NIR”-gudstænasta við a…
Greining: Fólkið vrakar samgonguna og ve…
Mjølnir greiddu sína skyldu
Team Klaksvík hevur skift venjara
Pensjonistar framvegis fyri vanbýti – og…
Sigurin komin undir land
Jóla­heilsan frá borgar­stjóranum
Dagføring av koronastøðuni
Sama jóla­kalendara øll barnaárini
Frimodt spyr um prísáseting hjá Landssjú…
Tríggjar ferðir ræst kjøt sama dag
Í viðarlund­ina eftir jólatræi
Norðlýsið á gøtuni
Eingin postbátur frá 6. desembur til 3.…
Jóla­træshaldið í Svínoy avlýst