Lýsing
Lýsing
Nógvur vindur í dag. Vindurin veksur nú, og beint eftir middag er hann komin upp í tað mesta, 20 til 25 m/s. Onkra løtu 23 til 28 m/s. Eftir klokkan 18 fer hann at minka. | Mynd: Falcon Social Media Management

Veðrið í dag - dagført klokkan 14

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.11.2021 - 14:00 Tíðindi Veðrið

(klokkan 14): Lágtrýstið er umleið 100 fjórðingar eystan fyri Fugloy.

Økið við nógvum vindi er komið ímóti Føroyum norðaneftir - vindmátarar norðanfyri hjá Veðurstovu Føroya vísa fitt av vindi; sunnanfyri er ikki líka nógvur vindur.

Á Eiði eru 27 m/s, á Borðuni eru 22 m/s; á Akrabergi eru, 15 m/s.

Klokkan 14: Miðalvindurin er um 18 til 23 m/s av útnyrðingi norði, og tað er regn ella ælingar við kava kring landið. Hitin liggur um 3 til 5 stig.

Næstu løtuna fer vindurin at veksa upp í 20 til 25 m/s av somu ætt, ælaveðrið fer at halda fram, og hitalagið óbroytt. 

 

Klokkan 10: Nýggjasti dagføringarnar eru soleiðis – og vit byrja frá klokkan 10 – at ættin er á veg útsynningi upp í útnyrðing vestan, nú er hon komin upp í útnyrðing. Sambært veðurstøðum hjá Veðurstovu Føroya, so er miðalvindferðin kring landið 8 til 13 m/s, og tað er ælaveður onkrastaðni.

Hitalagið liggur um 3-4 stig – eitt sindur kaldari enn spátt varð í gjár.

Fram ímóti middegi fer ættin at hækka upp ímóti útnyrðingi norði, og vindurin fer at veksa upp í 18 til 23 m/s. Hitalagið er komið niður í 3-4 stig, og tá kann avfallið vera eitt bland av regni og kava, tó bert hvítt í erva - hetta er eitt sindur fyrr enn í gjár, at vindurin verður so nógvur.

Seinnapartin veksur vindurin meira, upp í 18 til 23 klokkan 13 – í støðum 20 til 25 m/s – av útnyrðingi norði ella eitt sindur nærri norði. Ælaverður við regni ella kava. Soleiðis verður veðrið til klokkan umleið 18. Tá fer at minka spakuliga.

Samanumtikið er mesti vindurin frá beint eftir døgurða til klokkan 18 – tað er eitt sindur fyrr, enn skrivað varð í gjár, men talan er um líka nógvan vind. 

Eftir tað fer at minka. Á midnátt eru 8 til 13 m/s av norði og turt.

Gevið gætur, at tølini omanfyri er miðalvindur. Í hvirlunum kann vindferðin vera nakað væl omanfyri.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…