Lýsing
Lýsing
Lýsing

H71 hevði munin í jøvnum og spennandi dysti

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.11.2021 - 20:54 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

 

Tað gjørdist ein rættiliga spenndandi og undirhaldandi dystur, tá kvinnuliðini hjá Stjørnuni og H71 brustu saman í KÍ-høllini ídag. Eftir góðu úrslitini í EHF Cup dystunum, var H71 mett til at verða greiður favorittur undan dystinum, men Stjørnan vildi tað ørvísi. Tær stríddust væl, verjan var vælskipað, og málverjin hjá Stjørnuni Teresa stóð enn einaferð væl í málinum. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, og hálvleikssøðan var 15-15.                                                                                                                                               

Gongdin var tann saman fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tá leiktir vóru 12 minuttir av seinna hálvleiki, var støðan 22-20 til Stjørnuna, men so kom stígur í Stjørnuni, og næstu sjey minuttirnar, eyndaðist ikki Stjørnuni at skora, meðan H71 hesa løtura fekk seks mál. Serliga vóru tað mistøk í álopinum hjá Stjørnun sum blivu straffaði við skjótum mótálopum frá H71. Spennigur kom tó í dystin aftur, og tá leiktir vór 28 minuttur, var støðan 30-28 til H71, men nærri kom Stjørnan ikki. Dystsurin endaðu 33-30 sigri til H71.                                   

Samanumtikið kann sigast, at Stjørnan stóran part av dystinu spældi fult upp í móti H71, munurin var tann, at Stjørnan gjørdi ov nógv mistøk í álopinum, sum blivu straffaði við skjótum mótálopum frá H71.                   

Vit hava nevnt tað áður, at spælið hjá Stjørnuni er blivið betur og betur fyri hvønn dyst, tær hava leikt. Størsta uppgávan nú er at minimerað feilirnar, sum gjørdir verða, serliga tá tær eru í álopi.

Málini hjá Stjørnjuni skutu: Malene Madsen 6, Iulia Nalviko 6, Durita C. Jojic 5, Jancy Jacobsen 4, Katrin Bertholdsen 4, Tóra Eliasen 2, Durita Ljósstein 2, Sonja S. á Bergi 1 og Tóra Norðá 1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…