Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flogbóltsamband Føroya hevur sett stjóra

SKRIVAÐ: fbf.fo  |  01.12.2021 - 15:10 Ítrottur Tíðindi

Virksemið hjá Flogbóltsamband Føroya er økt munandi og nógvar stórar og spennandi avgjóðingar liggja fyri framman.

Hetta setir stór krøv til dagliga virksemi hjá FBF og í tí sambandinum hevur nevndin í FBF tikið støðu til at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF. Starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað.


Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum og hevur hann m.a. verið meistari við ÍF, tá hesir á fyrsta sinnið gjørdust Føroyameistara í 1989.


Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF, fær nýggi stjórin sum høvursuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild.


Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum.


Beinir er byrjaður í starvinum í dag, 1. desember 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…