Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Súltukrukkan hjá Fólkaflokkinum tryggjar valdið og forðar rættindum

SKRIVAÐ: Bjarni K. Petersen, Løgtingsmaður  |  01.12.2021 - 16:35 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Í meira enn tveir mánaðir hava uppskotini um sammóðurskap verið til viðgerðar í trivnaðarnevndini. Tingskipanin sigur, at nevndin skal lata løgtinginum álit í seinasta lagi ein mánaða eftir, at hon fekk málið frá formanninum.

Hóast hetta, so kann løgtingsformaðurin leingja frestina eftir áheitan frá nevndarformanninum. Og nú hevur Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin og formaður í trivnaðarnevndini, biðið løgtingsformannin um longda freist - fyri triðju ferð.

Uni Rasmussen bað nemliga eisini um longda freist til 15. november og so aftur til 1. desember.

Uppskotini um sammóðurskap eru drúgv og torskild, so hevur tað týdning, at nevndin fær góða tíð til at viðgera uppskotini væl og virðiliga.

Men í síðstu viku segði formaðurin í trivnaðarnevndini, at hoyringarnar vóru lidnar, og at samgongan tekur ikki undir við málinum. Málið er liðugt viðgjørt, og er klárt til 2. viðgerð. Men allíkaval biður fólkaflokstingmaðurin um longda freist enn eina ferð. Hví mann so vera?

Jú, tað er tí, at samgongan vil súlta málið, tí tey stúra fyri avleiðingunum. Tey stúra fyri tí veruleika, at tað er - eins og tað er millum Føroya fólk - ein greiður meiriluti á Føroya Løgtingi, sum gjarna vil javnseta samkyndar familjur við restina av okkum. Men teir vita, at ein lítil flokkur í samgonguni, Miðflokkurin, ikki kann góðtaka at slík frambrot verða gjørd undir teirra leiðslu, og at einhvør betran av mannarættindunum hjá LGBT-persónum og -familjum merkir samgonguslit.

Tí vil samgongan súlta málið, soleiðis at tey kunnu brúka fíggjarlógina til at keypa sær stuðul frá ávísum tingmonnum til at atkvøða ímóti uppskotinum.

Harafturat veit samgongan, at tað eru fleiri samgongulimir úr sambandsflokkinum, ið taka undir við, at samkyndar familjur skulu hava somu rættindi sum vit onnur. Tey hava ikki tryggjað sær ein meiriluta í tinginum ímóti uppskotinum, so nú snýr tað seg um at útseta viðgerðina, soleiðis at ávísir sambandstingmenn ikki sleppa at taka støðu, og í øðrum lagi, at ein ávís tingkvinna fyri Fólkaflokkin - Annika Olsen - sleppur undan at taka støðu.

§ 32 í tingskipanini sigur, at tað áliggur nevndarformanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt. Uni Rasmussen brýtur hesa ásetingina, men tá ið løgtingsformaðurin, ið hevur ábyrgd av og eftirlit við nevndararbeiðnum, eisini er ein lýðin fólkafloksmaður, tá ber væl til at samskipa tað soleiðis, at tað tænir samgonguni, sum best ber til. Hetta er ein greið misrøkt av hægsta politiska embæti løgtingsins.

Tað, sum stendur eftir, er, at ávísir limir í samgonguni misbrúka politisku amboðini í tingskipanini til at halda rættindi hjá samkyndum sum gíðsla fyri at varðveita valdið.

 

Bjarni K. Petersen

Løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB