Lýsing
Lýsing
Lýsing

Livandi Tilfeingi: Framsýning og søla av føroyskum handverki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.12.2021 - 08:22 Mentan Tíðindi

Í vikuskiftinum, 3.-5. desember, verður aftur skipað fyri hugnaliga vetrartiltakinum, Livandi Tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum í Havn.

Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki: Leir, træ, glas, jarn, klæði og góður matvørur frá føroysku bygdunum.

Tey, ið luttaka í ár, eru:

§  BjørkM

§  Elin K. J. Smúkkur

§  Erla Matras Jensen

§  Føroya Grótvirki

§  Hoyskorsgarður

§  Joel Coel Art

§  Leirverk

§  Mat & Moldmentanarháskúlin / Veltan

§  Minna

§  Signabøgarður

§  Smiðjan á Trøllanesi

§  Sóljan Glaslist

§  Uppistova

§  Útistovugarðurin

 

Umframt framsýning og sølu av føroyskum handverki, verða aðrir táttar á skránni. Eitt nú fer leygarmorgunin at snúgva seg um staðbundnað ostahandverkið. Jóan Pauli Joensen fer at hugleiða um mjólk og ost í Føroyum, og síðani verður verkstova við heimskenda ostaframleiðaranum, David Asher ( Black Sheep School ).

Livandi Tilfeingið er opið fríggjadag frá 15 til 19, leygardag frá 10 til 19 og sunnudag frá 14 til 19 .

Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum.

Tilmælini frá landsins myndugleikum verða fylgd, og tí er neyðugt at vísa koronapass, gula koppsetingarkortið ella negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…