Lýsing
Lýsing
Lýsing

Danskt-brasilskur spælari til KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.12.2021 - 19:30 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur kunngjørt nýggjan leikara.

KÍ skrivar:

KÍ hevur gjørt eitt ára sáttmála við 27 ára gamla Patrik Da Silva. Patrik Da Silva er álopsinnaður vinstri bakkur, sum eisini hevur nógvar royndir sum vinstri vongur og sostatt kann røkja hesi bæði plássini.

Styrkirnar hjá Patriki eru í álopsspælinum, og er hann ein kvikur og tekniskt sterkur spælari. Patrik er uppvaksin í Brøndby og hevur eisini spælt í donsku superliguni fyri FC Nordsjælland, Randers og Lyngby og hevur spælt samanlagt 103 dystir fyri hesi feløgini. 

Hann hevur umboðað Danmark í ungdómsdeildini og hevur millum annað spælt átta landsdystir fyri danska U21-landsliðið.

Patrik spældi seinast við Lyngby í 2020 í donsku superliguni, men steðgaði síðsta heyst orsakað av serliga keðiligum umstøðum, sum endaðu við, at hann fekk ein treytaðan dóm. 

- Eftir drúgva umhugsanartíð og nógvar og drúgvar samrøður við Patrik hava vit gjørt av at geva honum ein nýggjan kjans, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, og leggur afturat, at Patrik er sera takksamur fyri møguleikan og gleðir seg til at sleppa at umboða KÍ í 2022, har m.a. spennandi, altjóða uppgávur liggja fyri framman.

Vit gleða okkum til at bjóða Patriki vælkomnum til Klaksvíkar at gerast partur av spennandi KÍ-hópinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…