Lýsing
Lýsing

Góðan altjóða dag teirra, ið bera brek

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.12.2021 - 09:04 Tíðindaskriv

Í dag er 3. desember, og tað er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Tá varpar MEGD - saman við alheims felagsskapum og stovnum - ljós á brekøkið. Dagurin var ásettur av Sameindu Tjóðum í 1992 við tí endamáli at varpa ljós á rættindi og livikor teirra, ið bera brek, á øllum økjum í samfelagnum.

Í ár verður dagurin hátíðarhildin saman við limafeløgunum í MEGD-húsinum kl. 16, og tú ert vælkomin at vera við í frástøðu í stroymingini. Byrjað verður kl. 16, og leinkið verður at finna á megd.fo.

Á skránni er framløga av týðandi tættum úr granskingarverkætlanini “Livikor hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum”. Tað er Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, sum hevur verið verkætlanarleiðari, og Anna Katrin Matras, sum hevur verið hennara samstarvspartur. Saman við forkvinnuni og aðalskrivaranum hjá MEGD hava Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, og Ragnhild Dahl, ráðgevi hjá Javna, Firouz Gaini og Herit V. Albinus, Fróðskaparsetur Føroya, sitið í fylgibólkinum.

Í 2007 lat MEGD gera kanningina “Livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum – ein spurnakanning”, sum Olga Biskopstø og Martha Mýri løgdu fram. Við støði í kanningini frá 2007 setti MEGD í 2020 í verk nýggju granskingarverkætlanina, sum nú verður løgd fram.

Hetta er millum annað fyri at fáa til vega dagførda vitan um livikorini hjá fyritíðarpensjónistum, ið kann styrkja og stuðla undir arbeiðið hjá MEGD og limafeløgunum fyri at bøta um verandi umstøður. Út frá verkætlanini væntar MEGD eisini at síggja, um tað, sum seinastu árini hevur verið gjørt á økinum, munar, og um tillagingar og íverksetanir eru tær røttu.

MEGD takkar Betri Stuðul og Sjúkrakassagrunninum fyri stuðul. Uttan dygga stuðulin bar ikki til at gera verkætlanina.

Á vári 2022 verður samlaða verkætlanin løgd fram.

Við hesum ynskir MEGD øllum ein góðan altjóða dag teirra, ið bera brek 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin