Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væleydna bókaframløga av "Tróndur og rúnakelvið"

SKRIVAÐ: Hans Jacob á Líknargøtu  |  03.12.2021 - 09:37 Mentan Tíðindi

Vit løgdu leiðina framvið Syðrugøtu í gjárskvøldið til bókaútgávu.

Í sera snøgga nýggja hoyggjhúsinum hjá Rønn Eliasen og Pól Huus Sólstein, í gamla hugnaliga umhvørvinum mitt í bygdini, var kl 19.00 framløga av nýggju og forvitnsligu bókini hjá brøðrunum Hans Jákup Mikkelsen og Petur (Prent) Mikkelsen løgd fram. Bókin hevur heiti "Tróndur og rúnakelvið".

Nógv fólk var møtt upp, bæði bygdafólk, men eisini fólk aðrastaðnis frá høvdu lagt leiðina framvið. Eini 60 fólk tilsamans vóru stúgva saman í lítla hoyggjhúsinum.

Hans Jákup byrjaði við at bjóða vælkomin. Síðani var tað ein av lokalu sangaranum frá Syðrugøtu, Benjamin Petersen sum sang eitt lag. Eftir hetta greiddi Hans Jákup frá bókini, hvussu hon byrjaði, hvar íblásturin kom frá og hvussu hann og bróðurin høvdu arbeitt við bókini.

Árni Gregersen setti síðani spurningar til høvundin, árenn Benjamin rúnabant við einum sangi afturat.

Eftir hetta, var møguleiki at ognar sær bókina og fáa bókina signeraða av høvundinum sjálvum. Og sum nakað ørvísi, so bar eisini til at ognar sær eitt útskorið rúnakelvið afturvið bókini. 

Eitt hugnaligt kvøld og ein væleydna bókaframløga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund