Lýsing
Lýsing
Lýsing
René Shaki Joensen hevur skifti reyð svarta HB búnan út við blá hvíta KÍ búnan. | Mynd: ki.fo

Ferðslan farin at ganga norðureftir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.12.2021 - 10:30 Leiðarin

Tað vóru gleðiboð í Klaksvík, tá tað frættist, at landsliðsspælarin, evnaríki René Shaki Joensen, hevur skrivað sáttmála við Klaksvíkar Ítróttarfelag. Og tað kann væl hugsast, at Eysturoyartunnilin eigur sín lut í hesi flyting, við tað at ger flutningin til og frá venjing og dystum munandi ómakaleysari. Gongdin er liður í einum paradigmuskifti, har fysisk frástøða fær alsamt minni at siga.

Tað eru nøkur fá ár síðani, at KÍ fekk størri atdráttarmegi enn havnarfeløgini, og vit sóu fótbóltsrisar um Odmar Færø og Heina Vatnsdal, ið áður spældu fyri ávikavist B36 og HB, leggja leiðina norður. Hóast saltangarámaður er Árni Frederiksberg eisini fyrrverandi B36-leikari, sum nú leikar í bláum. Saman við nøkrum av teimum, ið frammanundan eru í KÍ, er talan um nakrar av bestu leikarunum í landinum í løtuni, herundir eisini nýggjasta skotið á stammuni, hálvi ísraelsmaðurin René Shaki Joensen.

Vit, ið hava livað longri í síðstu øld enn í hesari higartil, minnast við ikki stórt av sorg aftur á árini, har ferðslan var einvegis hin vegin. Klaksvíkar Ítróttarfelag ól upp kempur sum Allan Mørkøre, Heðin á Lakjuni, Rógva Jacobsen og Toda Jónsson, fyri bert at nevna onkrar fáar, ið fóru til miðstaðarøkið at spæla fótbólt í sambandi við útbúgving. Onkrir teirra komu tó lukkutíð aftur eftir lokna útbúgving. Men tað var soltið við ferðslu hin vegin, hóast tað eitt nú eydnaðist at fáa Jóannes Jakobsen sum venjara miðskeiðis í nítiárunum.

Norðoyatunnilin broytti so við og við hetta, ta fyrstu tíðina einamest við grannafeløgini í Eysturoynni. Heilt mangir klaksvíkingar, ið hava traðkað gaggur stødd 30 við Djúpumýrar, hava leikt við ÍF gjøgnum ár og dag. Fleiri eisini við Víkingi, ið varð stovnað stutt eftir at Norðoyatunnilin kom. Og mangir eysturoyingar hava eisini tikið hin vegin ígjøgnum Norðoyatunnilin.

Við Eysturoyartunlinum er rekrutteringsøkið víðkað munandi; tað er heilt týðiligt. Sjálvandi hava góðu úrslitini hjá KÍ síðani 2016 sera nógv at siga í tí sambandinum, og tað er ein stór gularót at hava útsiktir til at spæla europeiskan fótbólt á hvørjum ári, ikki minst í kvalifikatiónini til Champion’s League, har KÍ hevur leikt í 2020 og aftur skal leika í 2022. Men betraða ferðslusambandið ger tað avgjørt ikki verri, tvørturímóti.

Tað hevði verið órættvíst ikki at nevnt góðu karmarnar, sum felagið sjálvt hevur útvegað sær. Í dag eru venjingarhølini og kringumstøðurnar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi nakað, man fegin vísir fram fyri almenninginum. Møguliga er talan um tær bestu í landinum. Vøllurin verður uppstigaður meira og meira, ein vøllur afturat er væl á veg, og ikki minst er venjingin toppprofessionell.

Uppá 5 ár er KÍ broytt til at vera eitt felag, ið hevur fast medaljupláss og fast europapláss á hvørjum ári. Nú tunnilsdagur er, so rennur spurningurin til hugs, um tað hevði kunnað verið, um Sam og Dúgvan framvegis sigldu um Leirvíksfjørð. Svarið er uttan iva nei, tí vit sóu síðst í farnu øld og fyrst í hesi, at menningin í Eysturoynni og Streymoynni gekk skjótari enn í Norðoyggjum.

KÍ-viðhaldsfólk hava nakað at takka undirsjóvartunlunum fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…