Lýsing
Lýsing
Leingi er tað, ið væl skal verða. Loksins verða Vágatunnilin og Norðoyatunnilin ókeypis fyri brúkarar at koyra ígjøgnum. | Mynd: ritstjórnað.

Jólagáva til norðoyingar: Bummgjøldini verða avtikin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.12.2021 - 16:11 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tá ið Samferðslupakkin varð lagdur fram fyrrapartin, hevði Jørgen Niclasen eina stórfingna jólagávu til norðoyingar og vágafólk. Bummgjøldini í teimum báðum undirsjóvartunlunum, Norðoyatunlinum og Vágatunlinum, verða nú tikin av. Umframt hetta fáa suðuroyingar eitt farmaskip burturav at sigla fýra dagar um vikuna, eins og bummgjøldini í Eysturoyartunlinum lækka.

Strandferðslan skal umskipast frá almennum stovni til alment partafelag. Tað og omanfyrinevndu broytingarnar verða framdar við nýggja Samferðslupakkanum við Jørgeni Niclasen á odda.

Hetta skal fíggjast á fleiri hættir. Samhaldsfasta fíggingin rakar allar bileigarar á tann hátt, at vegskatturin hækkar við 300 krónum um árið. Hartil verður brennievni 13 oyru dýrari liturin. Fólk fara eiheldur longur at fáa kr. 8,45 í ferðaendurgjaldi fyri at koyra ígjøgnum Vága- ella Norðoyatunnilin. Kilometurpeningurin annars verður óbroyttur.

Ikki kom heilt greitt fram á fundinum, um almennu partafeløgini Norðoyatunnilin og Vágatunnilin verða avtikin, nú fíggingin verður tikin yvir á fíggjarlógina, men tað kunnu vit rokna við. Í staðin verða Strandfaraskip Landsins nú skipað sum alment partafelag.

“Nýggja” farmaskipið, ið skal sigla 4 dagar um vikuna uppá Suðuroynna, verður helst eitt brúkt skip. Umframt farmin tekur tað 12 ferðafólk við hvønn túrin, meðan tað er farmaskip, og annars er ætlanin, at tað skal vera avloysaraskip, tá Smyril er í dokk. Hetta er umleið sama loysn sum við Hasfjord um Skopunarfjørð.

At avtaka tunnilsgjøldini er eitt upp á dagin 20-ára gamalt lyfti. Tá Vágatunnilin varð tikin í nýtslu hendan dagin í 2001, var tað alla tíðina ætlanin, at tunnilin skuldi vera ókeypis at nýta, tá ið hann var útgoldin. Tann dagurin bæði kom og fór, men politiskur vilji var ikki til at innfría lyftið. Sama søgan gjørdi seg galdandi, tá Norðoyatunnilin varð útgoldin; eiheldur tá vóru gyltu lyftini til norðoyingar førd út í lívið.

Tá hendan samgongan tók við í september 2019, bleiv lyftið endurtikið sama dag, sum samgonguskjalið varð undirskrivað, men leingi sá framvegis út til, at onki fór at henda. Í dag, sjálvan 20-ára føðingardagin hjá Vágatunlinum, kom tað helst rættiliga óvart á, at lyftini langt um leingi verða hildin.

Brúkarar av Eysturoyartunlinum fáa eisini eina jólagávu: Kostnaðurin fyri 40 túrar ígjøgnum tunlinum skal lækka 2.940 krónum niður í 2.100 krónur um mánaðin millum Eysturoynna og Streymoynna og úr 940 krónum niður í 700 krónur tvørtur um fjørðin, Strendur-Rókin ella øvugt. Ein møguleiki verður eisini at keypa sær eitt ársgjald fyri 1.998 krónur um mánaðin til/úr Tórshavn, 498 krónur tvørtur um fjørðin og 2.398 krónur fyri bæði.

Sostatt vera gomlu lyftini nú hildin, suðuroyingar fáa munandi betur andarúm umborð á Smyrli, og tað fer at verða meira attraktivt at nýta Eysturoyartunnilin. Hetta seinasta verður undirstrika av, at Jørgen Niclasen sigur, at pendlarar ikki longur fara at fáa ferðastuðul, um teir velja gomlu farleiðina fram um Eysturoyartunnilin. Í framtíðini verður ferðastuðul einans goldin fyri stytstu leið.

Ætlanin er, at hetta skal fáa virknað frá 1. januar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin