Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elsa Biskopstø Joensen 75 ár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.12.2021 - 17:02 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Elsa Thomina Biskopstø Joensen, kann í dag halda sín 75 ára føðingardag.

Elsa og eg giftust 30. desember 1967. Bert ein lítil føðingardagsheilsan til hennara. Elsa hevur havt ein sera stóran leiklut í, at tað bar okkum til at halda lív í Norðlýsinum í næstan 50 ár.

Umframt at hava um hendir leysasølu hjá blaðnum og at syrgja fyri haldararoknskapi og mongum øðrum, so er søgan um hennara mongu ferðir við bili um Lorvíksfjørð og eftir oyggja til Havnar  á prentsmiðju Dimmalattingar, penstsmiðjuna hjá Dagblaðnum og seinnu árini á prentsmiðjuna á Sosialinum við filmum til blaðprentingar og aftur til Klaksvíkar at lata blaðið inn á posthúsið í Klaksvíkar, soleiðis at tað kundi koma til haldarar og kioskir til søludagin fríggjadag.

Tað var nevniliga so í “gomlum døgum”, at útgávudagurin var fríggjadag. Evstamark fyri skriving var mikukvøld oftað seint, við hvørt út á náttina. Hósmorgun var tað so hennara leiklutur at fara til Havnar at fáa tað til prentingar.

Hetta vóru minni enn so altíð tespiligir túrar. Mjørkadalur og Norðadalsskarð vóru ikki altíð so tespilig at koyra framvið í ódnarveðri og kavaroki. Ikki var hon sjóvsterk, so tað man mangan eisini staði á um Lorvíksfjørð-

Tá Elsa kom norður aftur hósdag seinnapart, pakkaði hon bløðini til haldararnar og koyrdi á posthúsið, tá hon var liðug við tað, koyrdi hon mangan blaðið runt til kioskirnar eisini.

Mangt broytist á mansins ævi verður sagt. Í tíðini eg her skrivið um, seldu vit sera nógv bløð í kioskunum, ja, nærum hvør klaksvíkingur fór í kioskirnar hóskvøld at keypa bløð og nærum allir høvdu Norðlýsið við sær heim.

Við hesum, ein heilsan frá Norðlýsinum á 75 ára føðingardegnum og ein innilig tøkk frá mær fyri øll hesi mongu árini saman við tær.

Oliver

PS: Eg eri so heppin at vera einsmallur saman við henni á Sandi í samband við føðingardagin í dag. Vit hava verið niðri á Lánni í morgun og seinnapartin í skýming gingu vit ein túr runt Sandsvatn. Niðanfyri nógvar myndir herfrá:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør