Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fimm persónar, 4 starvsfólk og eitt barn, í Dr. Margrethu Barnagarði eru staðfest positiv fyri Corona. | Mynd: Dr. Margrethu Barnagarður.

Barnagarður í Klaksvík hart raktur av Corona

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2021 - 14:59 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Foreldur hava fingið at vita frá Drotning Margrethu Barnagarði, at Coronastøðan er alt annað enn góð. 4 starvsfólk og eitt barn eru testað positiv. Barnagarðurin bíðar í løtuni eftir boðum frá Landslæknanum.

Skúlin hevur vent sær til foreldrini og sagt, hvørjum stovum tey smittaðu starvsfólkini og barnið eru í, og heitir í tí sambandinum á foreldrini um at vara varin og lata síni børn kanna sum skjótast. So skjótt Landslæknin vendir aftur til barnagarðin, verða foreldrini kunnað um boðini.

Í farnu viku boðaði løgmaður annars frá, at bíðað varð í fimm dagar við at lata fólkaskúlar aftur, samstundis sum barnagarðar og miðnámsskúlar ikki verða latnir aftur. Seinni kom fram, at Farsóttarnevndin mælti til at senda skúlanæmingar heim beinanvegin, men tað ynskti politiska skipanin ikki at ganga á møti. Um tað sama ger seg galdandi fyri dagstovnar, vita vit ikki.

Boðini frá Landslæknanum um, hvussu leikur víðari fer fram á Dr. Margrethu Barnagarði, koma seinni í dag ella í kvøld.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona