Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vit á Norðlýsinum vilja ynskja øllum lesarum og lýsarum, andstøðu og samgongu, samkyndum og hinskyndum, ja, øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!  | Mynd: Oliver Joensen

Háspenningur í luftini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.12.2021 - 09:10 Leiðarin Politikkur

Gongur man oman eftir Gongugøtuni í Havn og móti Vaglinum, so sæst ein stór kontrast har. Vaglið og Gamli Bókhandil eru jólaskrýdd, so tað forslær, og angin av granntræi er lívsjáttandi. Men hyggur ein so til vinstru, sæst okkara elligamla Løgting fult upplýst, men við arbeiðsperum heldur enn jólaperum.

 

(Leiðarin skrivaður mikudagin til blaðið)

 

Politiskt er stórur spenningur í luftini. Eftir at Annika Olsen tók øll av bóli mánadagin, hevur dúgliga verið gitt um løgtingsval. Og tað hevur veruliga sett sín dám á fíggjarlógina. Landsstýrismenn føla seg nipnar, nú Fíggjarnevndin hevur skert játtanina til Landssjúkrahúsið, og aðrir tingmenn siga seg ikki taka undir við Samferðslupakkanum. Tað er, sum um teir einstøku politikararnir nú ikki kenna seg bundnar av nøkrum longur.

Í Norðoyggjum er varslað við sparingum til tunlarnar Norður um Fjall; nakað, sum sjálvsagt fellur í líka ringa jørð her norðanfyri, sum sparingarnar á Landssjúkrahúsinum gera í Havn. Tað er fyrst og fremst innan rakstur, at Fíggjarnevndin vil spara; tilsamans 56,6 milliónir eru spardar á rakstrarsíðuni. Hinvegin koma 18,4 milliónir afturat uppá í íløgum.

Í Løgtinginum mikudagin tóktist andstøðan berjast ímóti vindmyllum. Tjóðveldi og Framsókn skjóta upp at skerja blokkstuðulin við 64 milliónum ella 10 prosentum, og at taka 100 milliónir inn frá fiskivinnuni og aðrar 100 milliónir frá alivinnuni. Hetta er at buka deyðar ryssur, og her er ongin ivi í, at samgongan fer at standa saman um at fella øll uppskotini.

Tað verður tí sammóðir-málið, ið verður tann heilt stóra styrkiroyndin hjá á Steig-stjórnini. Her stendur samgongan ikki saman. Tað ger hon heldur ikki um Samferðslupakkan, men í tí málinum er samgongan ikki beinleiðis hótt. Tað er hon í málinum um broyting av barsilsskipanini. Løgmaður hevur róð fram undir, at eitt broytingaruppskot kemur áðrenn 3. viðgerð, men tað er eitt stórt ivamál, um Miðflokkurin á nakran hátt kann taka undir við nøkrum, ið javnsetir samkyndar mammur við hinskynd hjún. Teskað hevur verið í krókunum, at Miðflokkurin fer at bakka, men so er tað Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, ið neyvan bakkar.

Loysnin hjá samgonguni fyri at sleppa undan nývali liggur tí helst í Fólkaflokkinum. Hon inniber, at tvey av teirra trimum landsstýrisfólkum fara í Løgtingið restina av hesum valskeiðnum og verða avloyst av tveimum nýggjum landsstýrisfólkum frá Fólkaflokkinum. Hetta ger, at Annika Olsen verður send úr Løgtinginum aftur verður lærari á Miðnámsskúlanum í Kambsdali, haðani hon er í farloyvi, tá málið um sammøður verður avgreitt. Brandur Sandoy er óhepni parturin í hesari manøvru og má somuleiðis út úr Løgtinginum. Kristin Michelsen uppvigar Jóhan Dahl.

Komandi dagarnar verða øll eygu vend ímóti Løgtinginum, tá tað verður gjørt av, um LGBT Føroyar kann hava eini gleðilig jól ella ikki. Sama avgerð verður eisini avgerandi fyri, um vit fáa eitt løgtingsval í januar, og tað hevði verið ein stór jólagáva til andstøðuna, serliga Javnaðarflokkin, ið klárar seg stak væl í øllum veljarakanningum.

Hvussu verður og ikki, so er hendan útgávan av blaðnum tann seinasta áðrenn jól, og vit á Norðlýsinum vilja ynskja øllum lesarum og lýsarum, andstøðu og samgongu, samkyndum og hinskyndum, ja, øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár! 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…