Lýsing
Lýsing
Tað ljóðar fyri vist, at Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður tekur seg úr samgonguni, um málið um sammøður ikki verður felt á tingfundinum í dag | Mynd: Oliver Joensen

Nú má bera ella bresta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.12.2021 - 02:14 Leiðarin Politikkur

Tað vardi neyvan nakran, at eitt andstøðuuppskot um sammóðurskap skuldi gerast heita politiska eplið í vetur. Fiskivinnan kundi møguliga hótt samgonguna, ósemjan í landsstýrinum um Coronapolitikkin eisini, men hetta málið, ið fall í februar, verður avgerðandi fyri, um samgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin verður lív lagað.

Tað er øgiligur spenningur frammanundan tingfundinum í dag. Tingfólk, landsstýrisfólk, samfelagsfrøðingar og journalistar gita dúgliga um, hvat man fara at henda, og tað er ongin í heila tikið, sum greitt veit, hvussu dagurin fer at spæla av.

Bárður á Steig Nielsen fer allarhelst at koma við einum broytingaruppskoti. Men andstøðan fer neyvan at samtykkja tað, og so er spurningurin, hvat Johan Dahl og Annika Olsen gera við tað. Og spurningurin er eisini, um Miðflokkurin góðtekur broytingaruppskotið – t.v.s. um hann á nakran hátt kann góðtaka sammóðurskap.

Slitnar samgongan, sum mong vænta, so eru eisini fleiri ymisk møgulig scenariir. Eitt er, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin halda fram í eini minnilutasamgongu, har Miðflokkurin gerst stuðulsflokkur á teimum konservativu málunum, meðan Framsókn verður stuðulsflokkur í liberalum málum. Men føroyska siðvenjan fyri minnilutasamgongum er sera avmarkað, og fleiri tingfólk vilja heldur hava nýval. Sum eisini er ein møguleiki.

Ein møguleiki er eisini, at Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttur og/ella Jørgen Niclasen – tvey ella tveir av teimum – trína niður úr Landsstýrinum og taka sæti á Løgtingi. So er Annika Olsen úti, og Johan Dahl verður longu uppvigaður av Kristini Michelsen. Hetta er kanska ikki so sannlíkt, men gera teir hetta, fáa teir eisini sett Brand Sandoy til viks. Brandur Sandoy hevur víst seg ikki vilja ganga í takt við Samferðslupakkanum, so Fólkaflokkurin kann fáa tvær flugur við einum smekki.

Fleiri gita, at samgongan við løgtingsformanninum á odda fer at útseta tingfundin vegna Corona-útbrotið, ið er staðfest í tinginum. Hetta kann tó neyvan henda uttan so, at okkurt av tingfólkunum er rakt av Corona ella skal í sóttarhald. Men møguleikin er har. Tað hevði givið samgonguni eitt “time out” til eftir jól.

Møguleiki er eisini fyri, at uppskotið verður samtykt, men at Miðflokkurin ikki ger álvara av síni hóttan um at fara úr samgonguni. Tað er ilt at síggja, at Miðflokkurin sleppur í eina aðra samgongu, sum Løgtingið er mannað í løtuni. Men hendir tað, missir Miðflokkurin nógv trúvirði og av tí sama eisini atkvøður. Jenis av Rana, Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen vilja neyvan fara í søguna sum teir, ið høvdu vakt, tá samkyndur sammóðurskapur bleiv innførdur í Føroyum. Tað frættist tó á vatnrørunum, at Jógvan á Lakuni, sum fyrstu ferð tók sæti á tingi í 1989 fyri Fólkaflokkin, undir ongum umstøðum góðtekur, at uppskotið verður samtykt. 

Lagt er upp til ein tann mest spennandi tingfundin í nýggjari tíð, har so gott sum onki er givið frammanundan. Tað einasta, sum er heilt víst, er, at andstøðan fer at standa saman og atkvøða fyri málinum, tá tað kemur fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem skírisdag í Varpinum
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald