Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klaksvík gamlaárskvøld 2019 | Mynd: Oliver Joensen

Gott nýggjár, allir føroyingar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.12.2021 - 15:42 Leiðarin

Gamlaárskvøld er, og tað er veitsludagur í øllum landinum. Siður er at brenna bál, skjóta fýrverk, savnast og skála fyri tí komandi árinum. Vit fagna at verða komin ígjøgnum enn eitt ár og heilsa nýggja árinum hjartaliga vælkomnum. 2021 fer nú aftur um bak, og vit hyggja aftur á ljóspunktini frá í ár, meðan 2022 sær sera lovandi út.

 

Okkara egni Robert Joensen, heiðursdoktari, skrivar í síni “Høgtíðir og veitsluhald á vetri” frá 1974, at Viðareiði og Kunoy eru elstu nýggjársbygdirnar í Norðoyggjum. At vera nýggjársbygd merkti, at fólk úr øðrum bygdum komu hagar at dansa og annars fagna nýggja árinum. Aðrar bygdir høvdu leiklutirnar sum jólabygdir, trettandabygdir og kyndilsmessubygdir, og tá komu kunoyingar og viðoyingar hagar at fáa sama blíðskap, sum teir høvdu sýnt á nýggjárinum.

Við einum góðum vilja kunnu hesar vetrarhøgtíðirnar sigast at vera íblásturin til tær seinnu summarstevnurnar, ið fyri tað mesta komu í 20. øld. Prinsippið er tað sama; bygdir og býir skiftast um at sýna blíðskap, og íbúgvarnir fara til aðrar bygdir og býir at uppliva blíðskap. Tí tá stevna ella vetrarhøgtíð er, er alt møguligt stríð gloymt, og øll standa saman til at geva og fáa blíðskap.

2021 hevur verið eitt sera buldraligt ár, men ikki bert fyri tað ringa. Farsóttin hevur aftur í ár noytt okkum at avlýsa mangar av høgtíðunum um summarið og hevur annars vent samfelagnum á høvdið. Politiskt hava øgiligar rembingar verið. Mentanarliga hava vit somuleiðis verið skerd. Í ítróttinum hevur tó gingið heilt væl, ikki bert sæð við norðoyabrillum, har bæði KÍ og Klaksvíkar Róðrarfelag hava skarað framúr í ár, tí í m.a. fótbólti og talvi hava Føroya bestu eisini fingið góð úrslit í kapping við útlendskar meistarar.

2021 var eisini árið, tá James Bond møtti síni lagnu á Trøllanesi. Við tí vórðu Føroyar veruliga settar á heimskortið, og longu nú hava vit upplivað ein øktan áhuga, ið ikki verður minni, nú varði – onkur vil í skemti kalla tað gravstein – verður settur yvir agent 007 á staðnum. Somuleiðis hava vit upplivað drotningavitjan í ár, har hennara hátign millum annað vitjaði Dropan í Svínoy.

Tá vit líta aftur á 2021, so eiga vit at minnast tær ljósu løturnar við takksemi, samstundis sum vit leggja tær døpru løturnar afturum okkum og lata tær liggja har. Síðani hyggja vit at 2022, og tað er ikki sørt, at vón birtist. Seinasta skotið í Sandoyartunlinum verður latið av í 2022. Mong vænta, við góðari orsøk, at 2022 verður árið, tá bilbukt fæst við alheimsfarsóttina. Fíggjarliga eru góð útlit fyri, at 2022 verður árið, har hall verður vent til avlop. Hetta fer at taka tíð, men útlitini eru heilt góð.

Eisini í Klaksvíkar Kommunu verður 2022 eitt heilt spennandi ár. Eftir ætlan fara vit at síggja bæði rennibreyt komandi summar og nýtt mentanarhús komandi heyst. Somuleiðis verður nýtt kappróðrarneyst gjørt, og vinnulívið fer at fáa nógv betri karmar við vinnuøki. Komandi summar verða bústaðarmøguleikarnir í Klaksvíkar Kommunu eisini betraðir, við tað at farið verður undir at byggja 20 sethús og trettan raðhús í Klaksvík. Vøkstur og verkætlanir síggjast eisini í Kallsoynni og í Árnafirði.

Tað er okkara vón á blaðnum, at 2022 eisini verður árið, har føroyingar aftur finna saman, eins og í forðum, tá forfedrarnir ferðaðust landið runt at hittast til gaman og álvara og sýndu hvørjum øðrum blíðskap. Helst hava vit verið meira spjødd í skjótt farna ári enn gott er, men ongin ósemja er so stór, at vit nakrantíð gerast fíggindar. Øll vilja vit hava sjógvarnar at slættast, tí tað er samanhaldið, ið ger okkum føroyingar sterkar.

Við hesum orðum vil Norðlýsið takka fyri tað brátt farna árið og ynskja øllum føroyingum eitt vælsignað nýggjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…