Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kalt veður og nógvur vindur fyrra partin av vikuni, sum kemur. Hósdagin og vikuna út er lýggjari. | Mynd: Pól Sundskarð - www.pol.fo

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.01.2022 - 07:35 Tíðindi Veðrið

Fyrra partin av hesari vikuni – t.e. í dag og morgin – fer køld luft at reka ímóti Føroyum. Tað er eitt djúpt lágtrýst, sum stendur miðskeiðis ímillum Føroyar og Ísland, sum stendur fyri hesum luftrákinum. Nógvur vindur er kring hetta lágtrýst.

Tá ið tað er farið langt eystureftir og missur sína megi, er eitt nýtt lágtrýst klárt at koma hendanvegin úr USA, men fyrst fer ein hátrýstryggur at kíla seg upp ímillum hesi bæði, so at vit fara at hava gott veður mikudagin.

Restina av vikuni fer lýggjari luft at reka til okkara sunnan úr havi. Tá verður lýggjari og meira skýggjað.

Mánadag: Útnyrðingur norðan, 20 til 25 m/s – onkra løtu í kvøld meiri enn tað, 23 til 28 m/s. Skýggjað, og ælaveður allan dagin við regni og/ella vátakava/kava.

Hitin fer at liggja um 1 til 3 stig.

Týsdagin: Útnyrðingur norðan, 20 til 25 m/s, men seinnapartin fer at vindurin at minka. Á midnátt eru 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður við regni og/ella vátakava/kava.

Hitin týsdagin fer at liggja um 1 til 3 stig.

Mikudagin: Minkandi vindur av útnyrðingi norði um náttina, úr 10 til 15 m/s niður í einar 3 m/s á middegi. Eftir tað melur hann úr ymsum ættum. Út á kvøldið fer vindurin at veksa úr landsynningi suðuri. Á midnátt eru 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft við sólglottum. Yvirhøvur turt allan dagin.  

Hitin mikudagin fer at liggja um 2 til 5 stig.     

Hósdagin: Vindurin veksur um náttina av landsynningi suðuri, úr 8 til 13 m/s upp í 18 til 23 m/s um morgunin. Men so minkar vindur skjótt niður í einar 5 m/s, samstundis sum ættin støkkur upp í vestan. Skýggjað og nógv regn fyrrapartin. Seinnapartin turrari, tó okkurt ælið við regni.

Hitin hósdagin fer at liggja um 4 til 6 stig.

Fríggjadagin: Um náttina og morgunin vestan, 3 til 8 m/s. Út á seinnapartin sunnan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft við sólglottum og møguliga onkrum æli.  

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 4 til 5 stig.

Leygardagin: Landsynningur, seinni eystan, 13 til 18 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkurt ælið við regni.

Hitin leygardagin fer at liggja um 5 til 7 stig.

Sunnudagin: Um náttina eystan, 13 til 18 m/s, men út á fyrrapartin fer hann at mala úr ymsum ættum, og tá er lítil vindur, bert ein ond.      

Skiftandi skýloft og ælaveður við regni.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 5 til 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað