Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður innsetti tvinnar nýggjar landsstýrismenn

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  06.01.2022 - 16:28 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Ídag var hátíðarhald og innsetingarløta í Tinganesi, tá Bárður á Steig, løgmaður kundi seta inn tvinnar nýggjar landsstýrismenn. Árni Skaale bleiv settur sum fiskimálaráðharri í starvið, sum Jákup Vestergaard hevur røkt til í dag og Sólvit Nolsø í starvið í Almannaráðnum, sum Elsebeth Mercedis Gunnleigsdóttur hevur røkt higartil.

Ikki møtti stór mannfjøld til setanina, helst orsakað av covid smittuvandanum. Tó høvdu nýggju landsstýrismenninir nærmastu familju sína við, soleiðis at tey kundu uppliva stóru løtuna hjá makunum og pápunum.

Vestergaard fekk tøkk frá løgmanni fyri tíðina hann hevur sitið í starvinum sum fiskimálaráðharri, ímeðan Elsebeth Mercedis Gunnleigsdóttur ikki var til løtuna orsakað av sóttarhaldi.

Pressan møtti sjálvandi talsterk, eisini Norðlýsið sjálvandi. Niðanfyri myndir frá hátíðarhaldinum í dag:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…