Lýsing
Lýsing

Evoke umboð fyri burðardygt konsept

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.01.2022 - 17:40 Tíðindi Vinna

Hárfríðkanarstovan Evoke í Klaksvík er farin í samstarv við danska hárfríðkanarfelagið, Park Styling, sum leggur dent á burðardygd og natúrligt tilfar í vørunum. Samstundis er Joan Vágsheyg, sum eigur Evoke, umboð fyri Park Styling í Føroyum, og í hesum sambandi fer hon at skipa fyri átøkum sum millum annað skulu kveikja áhugan hjá øðrum hárfríðkanarstovum fyri Park Styling

Meira enn 70 sjálvstøðugar hárfríðkanarstovur eru við í Park Styling, og eru tær felags um útbúgving og eina milda røð av vørum, sum tær sjálvar hava ment. Talan er um vørur við natúrligum og 97% vistfrøðiligum tilfari, sum ikki inniheldur parabenur og ósjónlig E-nummur. Harumframt hevur Park Styling sum tað fyrsta hárfríðanarfelagið eina pantskipan, soleiðis at kundarnir kunnu fáa 20 krónur aftur, tá teir lata tóma ílatið frá Park Styling innaftur.

Joan Vágsheyg og hárfríðkanarstovan, Evoke, er tann fyrsta í Føroyum, sum er farin í samstarv við Park Styling. Park Styling vil tó fegið hava fleiri samstarvspartar, og tí fær Joan Vágsheyg ein leiklut afturat - sum umboð fyri Park Styling.

”Eg havi kent Palle Freese, sum er ein av stovnarunum av Park Styling, í nógv ár. Vit hava undirvíst saman, og eg havi verið við í fleiri av hansara útgávum. Eg gleði meg at víðka um samstarvið við Park Styling og at kunna allar dugnaligu starvsfelagar mínar um konseptið, sigur Joan Vágsheyg”, sum eigur Park by Evoke.

 

Egna fyritøku eftir tríggjar mánaðir

Joan Vágsheyg hevur rikið egna hárfríðkanarstovu síðan 2001. Hon lærdi í Havn, og tríggjar mánaðir eftir at hon var útlærd, flutti hon heim aftur til Klaksvíkar. Har læt hon, 23 ára gomul, egna hárfríðkanarstovu upp. Við sær á hárfríðkanarstovuni hevur hon hárfríðkararnar Heidi D. Olsen, Asta Højgaard og Johild Kallsgarð og lærlingarnar Valerin Gonzales Djurhuus og Petra Snorradóttir Jensen.

 

Vilt tú vita meira

• Samband: Joan Vágsheyg, eigari, Park by Evoke, tlf 458001

 

Um Park Styling

Park Styling vil vera fyrsta valið hjá móta og góðskutilvitaða hárfríðkanarkundanum og vera mest lokkandi arbeiðspláss hjá framsøknum hárfríðkarum. Felags tokkin er hár og hárrøkt við denti á altjóða mótarák, burðardygd og egnar úrvaldar vørur úr natúrligum tilfari, sum hárfríðkararnir sjálvir hava roynt og góðkent.

Felagsskapurin millum øll starvsfólk og eigarar í Park er sunnur, professionellur og hugkveikjandi. Áhaldandi skeið, sum verða hildin á egnum altjóða akademii tryggja hægsta yrkisføri, framtíðar menning og kappingarføri.

Park Styling er tann hárfríðkanarketan, sum veksur skjótast í Norðurlondum. Í løtuni finnast 75 salongir í Danmark, Svøríki, Týsklandi og Klaksvík – fleiri eru á veg.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…