Lýsing
Lýsing

70 milliónir í tveir mánaðir hevur Polar Princess fiskað fyri

SKRIVAÐ: Skrivað: Jóanis Nielsen jn.fo - Mynd: Dávur Winther  |  08.01.2022 - 15:42 Tíðindaskriv Vinna

Tað hevur ligið væl fyri hjá Polar Princess, sum hevur havt rokfiskiskap seinastu tveir mánaðirnar.

 Grønlendski frystitrolarin Polar Princess, hevur havt rokfiskiskap seinastu tveir mánaðirnar. Fyrst royndu teir við Vestur-Grønland eftir svartkalva, har fiskaðu teir 1.019 tons av heysaðum svartkalva, sum er 1.529 tons av rundum - tað landaðu teir í Grønlandi.

16. desember byrjaðu teir at fiska tosk við Eystur-Grønland, har royndist eisini avbera væl, teir hava fiskað 1.077 tons av toski, sum er 1.616 tons í rundum, teir landaðu ein part á Hafnafirði beint fyri nýggjár og eru nú aftur á veg til Hafnafjørðin at landa og skifta manning.

Soleiðis sum jn.fo hevur roknað, so hava teir fiskað fyri útvið 70 milliónir hesa tíðina.

Leivur á Rógvi, skipari sigur við JN.fo í morgun, at hann ikki áður hevur verið í slíkum rokfiskiskapi eftir toski, toskurin er stórur og væl fyri, nógv livur og góð rogn er í toskinum.

Tað eru 24 mans við Polar Princess – harav hava í nógv ár eisini verið onkrir av manningini úr Klaksvík.

Við Eystur-Grønland royna nú Tuugaalik, Ilivieq, Sisimiut og Cuxhaven.

DW: Her kann eg leggja afturat, at í mai 2021 skrivaði KNR.GL, at í 2020 kom Polar Seafood, reiðaríðið hjá Polar Princess, undan við einum yvirskoti á 233 mill fyri skatt. Hetta var tó 100 mill minni enn árið fyri! So Polar Seafood er heilt víst ein spennandi grønlendsk fyritøka, har eisini onkur føroyingur er við í leiðsluni.

Fyri góðum teimum árum síðan varð Polar Princess longdur 18 metrar, so tað gevur ikki so lítið meir av arbeiðsrúmi og last afturat.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin