Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógvur vindur í vikuni. Vindferðin fer at liggja um 15 m/s. Nógvar løtur við meira vindi enn tað. Skýggjað so at siga alla vikuna, løtur við nógvum regni, annars ælaveður. Seinnapartin av vikuni kølnar. | Mynd: Pól Sundskarð - www.pol.fo

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.01.2022 - 14:18 Tíðindi Veðrið

Samanumtikið fer tað at vera ein vika við hampuliga nógvum vindi. Fyrra helmingin vikuni av útsynningi og so av vestri; í vikuskiftinum høgætt. Vindferðin fer fyri ein stóran part at liggja um 15 m/s, men eisini upp ímóti stormi. Vit skulu ikki vænta drúgvar løtur við liggjandi góðveðri.

Lágtrýstini ganga í hesum døgum eina leið av Kappanum yvir Ísland og ímóti Norðurnorra. Í Føroyum fara vit tí at merkja økið sunnan fyri miðjuna av lágtrýstunum. Har er ættin vanliga ímillum sunnan og vestan, og so liggja brúgvaløgini við avfalli eisini har.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Fyrrapartin landsynningur, 15 til 20 m/s, men seinnapartin útsynningur, og vindurin minkar niður í 13 til 18 m/s. Skýggjað allan dagin, nógv regn fyrrapartin; seinnapartin ælaveður.

Hitin mánadagin fer at liggja um 5-6 stig.

Týsdag: Útsynningur, 13 til 18 m/s. Skýggjað allan dagin og ælaveður.

Hitin týsdagin fer at veksa úr 5 upp í 9 stig.

Mikudag: Útsynningur, 15 til 20 m/s veksandi upp í 18 til 23 m/s. Skýggjað allan dagin, regn ella ælaveður.

Hitin mikudagin fer at liggja um 8-10 stig.

Hósdag: Vestan, 13 til 18 m/s. Skýggjað allan dagin og ælaveður við regni. Um kvøldið møguliga við vátakava.  

Hitin hósdagin fer at minka úr 9 niður í 5 stig.

Fríggjadag: Vestan og útnyrðingur, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður við regni ella vátakava allan dagin.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 5-6 stig.

Leygardag: Vestan og útnyrðingur, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður við regni ella vátakava allan dagin.

Hitin leygardagin fer kava úr 5 stigum niður ímóti frostmarkinum.

Sunnudag: Útnyðringur norðan, 18 til 23 m/s, minkandi seinnapartin niður í 15 til 20 m/s. Kavaælingar allan dagin.

Tað verður kalt sunnudagin, 1-2 stig báðumegin frostmarkið.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB