Lýsing
Lýsing
Lýsing

Árni takkar fyri seg

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  12.01.2022 - 11:14 Mentan Tíðindi Vinna

1. juni 2021 varð Árni Skaale valdur av Vinnulívsráðnum í Klaksvík at umboða seg í stýrinum fyri grunnin, Mentanarhús í Klaksvík.

Árni Skaale hevur verið ein virkin vinnulívamaður, uppfinnari, og umframt tað ein virkin skóti í langa tíð. Har afturat hevur hann nógvar góðar eginleikar og hevur verið kveikjandi fyri stýrið og lagt nógv gott afturat arbeiðnum hjá stýrinum, sum m.a. stendur fyri byggingini av mentanarhúsinum í Klaksvík, greiðir Jóhanna C. Christiansen, forkvinna, frá.

Nú Árni gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnumálum, mátti hann leggja allar nevndarsessir frá sær – eisini sum stýrislimur í stýrinum fyri grunnin, Mentanarhús í Klaksvík.

So á stýrisfundi í gjár takkaði Árni Skaale fyri seg, og Jóhanna C. Christiansen, forkvinna handaði honum blómutyssi og bókina, Herkin Herðindi hjá Arnstein Niclasen – hetta sum tøkk fyri virðismikið arbeiði í stýrinum. Hann fekk eisini við sær góð ynski um góða eydnu í nýggja starvinum sum landstýrismaður í fiskivinnumálum.

Í stýrinum sita Jóhanna Christiansen, Karl H. Johansen, Jógvan Skorheim – tey umboða býráðið, Heri Ellingsgaard vegna Norðoya Listafelag, Louis Poulsen vegna Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Gunn Hernes vegna Norðurlandahúsið og so Árni Skaale vegna Vinnulívsráðið í Klaksvík, sum nú er farin úr stýrinum.

Vinnulívsráðið velur annan lim at umboða seg í stýrinum í næstum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør