Lýsing
Lýsing

Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin

SKRIVAÐ: hav.fo  |  14.01.2022 - 11:00 Tíðindaskriv

Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl til árligu stovnsmetingarnar. Hesi tøl eru nú greinaði, viðvíkjandi hvar sildin hevur hildið til nevnda tíðarskeið við serligum atliti til aldurin á sildini.

 

Norðhavssildin gýtir fram við norsku strondini í februar-mars, og síðani leitar hon sær vestur í hav at finna sær føði, sum í stóran mun er reyðæti (Calanus). Greiningin vísir, at tað er tann elsta sildin sum stendur longst vesturi, meðan unga sildin stendur nærri Noregi (Mynd 1). Orsøkirnar eru at gamla sildin svimur skjótari enn tann yngra og er harnæst fyrr liðug at gýta – og leggur tí fyrri til brots út á hav og er komin longri vestur, tá ið kanningarnar verða gjørdar í mai.

 

Elsta sildin stendur flestøll árini nær front-økjunum norðan fyri Føroyar – upp móti Ísland-Føroya frontinum og Jan Mayen frontinum. Hetta er ivaleyst tí føðiviðurskiftini eru góð har, og har er eisini arktiskt reyðæti norðanífrá (Calanus hyperboreus), sum er nakað størri og føðsluríkari enn vanliga reyðætið (Calanus finmarchicus). Tann elsta sildin, sum hevur ferðast hesa leiðina oftast, “veit” hvar best er at fara, og stevnir tí beinleiðis hagar. Yngra "óroynda" sildin tykist koma aftaná, og er í mai ikki komin líka langt í sínari ferðing.

 

Í tíðarskeiðnum 1999-2004 var útbreiðslan í mai tó ein heilt onnur, og sildin stóð nokk so nógv longri norðuri (Mynd 2). Tjakast hevur verið um, hvørt orsøkin til hetta vóru broytingar uttanifrá, t.d. í umhvørvi og/ella føðiviðurskiftum, ella um tað vóru broytingar í sildastovninum, t.d. í stovnsstødd og/ella aldurssamanseting í stovninum. Hóast greiningin ikki neyvt dugir at vísa á nakra ávísa broyting, sum viðførdi, at sildin broytti ferðingarmynstur, so verður mett at tað allarhelst vóru broytingar í umhvørvi ella føði sum vóru orsøk til broytingina í ferðingarmynstrinum, tí tað vóru ongar ógvusligar broytingar í stovnsstødd ella aldurssamanseting hesi árini.

 

Úrslitini vóru kunngjørd beint undan jólum í greinini “Spatial Distribution of Different Age Groups of Herring in Norwegian Sea, May 1996–2020”. Greinin er prentað í tíðarritinum “Frontiers in Marine Science” og kann lesast her. Tað eru granskarar á Havstovuni sum hava staðið á odda í arbeiðinum við hjálp frá norskum og íslendskum granskarum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Handverksmeistara­felag : Hvør er…
Er demokratiski radarin sløktur í Tingan…
Unn Sørinardóttir Perdomo tekniskur leið…
Norðoya kvinnu­felag aðalfund
Norđoya Bátafelag opiđ hús
Silly-season (fótbóltsslatur)
MYNDIR: Hesi vunnu á Norðfrá-open 2022
Afturber­ingar­skipan til smærri fyritøkur
ÚSSM útbúging fyri skrivstovu­fólk, samsk…
Føroya fólkahá­skúli komin at vitja
Umstríddi reiðarin, Henning Kjeldsen, ve…
Armenia er tema á Holocaust­deg­num í ár
Neyvan nakað 10-mannafar úr høvuðsstaðnu…
B36 fingið nýggjan verjuleikara
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Asfalts­arbeiði hesa vikuna
Daniel Agger hevur keypt Trenskow úr NSÍ
Kringvarp Føroya sýnir TROM
Myndir og video: Seiðatorva í Hvannasund…
Hoyrdist av Kambsdali til Hvannasund