Lýsing
Lýsing

Nýggjar leiðreglur um sóttarhald

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  15.01.2022 - 12:33 Tíðindaskriv

Leiðreglurnar fyri tey, sum skulu í sóttarhald, eru broyttar. Tað vil siga tey, sum hava fingið staðfest korona og tey, sum hava havt beinleiðis samband við persón, ið hevur korona.

Sóttarhald - tey, sum hava fingið staðfest COVID-19
Hevur tú fingið staðfest korona, verður mælt til, at tú fert í sóttarhald. Hetta merkir:

Tú ert heima og bert saman við teimum, tú býrt saman við.
Halt minst 2 metra frástøðu til onnur í húskinum. Sov einsamøll/mallur og ver ikki í sama rúmi sum hini í longri tíðarskeið. Best er, um tú nýtir egið vesi. Um tað ikki er møguligt, eigur tú at vaska handtak og kranar, áðrenn onnur í húskinum brúka tey. Hetta er serliga týdningarmikið, um tú býrt saman við fólki, sum eru í øktum vanda fyri álvarsligari COVID-19 sjúkugongd.
Hevur tú sjúkueyðkenni:

Tú verður roknaður sum smittufríur og kanst fara úr sóttarhaldinum 48 tímar eftir, at tú seinast hevði sjúkueyðkenni.
Tú kanst eisini fara úr sóttarhaldinum, tá tú hevur verið sjúkur í 10 dagar og ikki hevur havt fepur í 48 tímar (uttan nýtslu av heilivági, sum setir fepurin niður, t.d. paracetamol), og um tú hevur tað gott og bert hevur løtt sjúkueyðkenni, sum til dømis mistan smakk- og luktisans, lættan hosta, høvuðpínu og møði.
Tey flestu, sum eru smittað við COVID-19, fáa bert løtt sjúkueyðkenni og oftast bert í stutta tíð. Um tú fært álvarslig sjúkueyðkenni, mæla vit tær til at seta teg í samband við kommunu- ella vaktlækna.

Hevur tú ikki sjúkueyðkenni:

Tú ert smittufríur og kanst fara úr sóttarhaldinum 7 dagar eftir, at kanningin var positiv.
Tú skalt ikki kanna teg umaftur, tí sannlíkt er, at kanningin er positiv í longri tíð.

Børn:

Børn, sum verða staðfest positivt fyri COVID-19, eiga at fylgja somu tilmælum sum vaksin í mun til sóttarhald, og eiga at halda seg heima, til tey eru smittufrí.

Børn hava sjálvsagt brúk fyri umsorgan og samveru, so sum at verða klemmað og troystað. Hetta er meira umráðandi enn at halda frástøðu. Kortini verður mælt til, at tað í størstan mun bert er eitt foreldur ella annar umsorganarpersónur, sum passar barnið, so man sleppur undan tøttum sambandi millum smittaða barnið og aðrar tættar kontaktir í heiminum.

Tað kann vera krevjandi at sita í sóttarhaldi bæði hjá vaksnum og børnum, og tí verður mælt til hjá øllum at hava ein so vanligan gerandisdag sum gjørligt, og í tann mun tað er møguligt at hjálpa børnunum at halda samband við vinfólk og onnur.

Sóttarhald – tey, sum hava havt beinleiðis samband við persón, ið hevur COVID-19
Hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest korona, verður skilt millum tættar kontaktir og aðrar kontaktir.

Tættar kontaktir

Tú ert ein ”tøtt kontakt”, um tú hevur verið saman við einum smittaðum persóni seinastu 48 tímarnar, áðrenn hesin fekk sjúkueyðkenni ella varð staðfest smittaður, og um tú samstundis lýkur eina av fylgjandi treytum:

Tit búgva saman
Tit ganga saman, men búgva ikki saman
Tit búgva á kamari saman á t.d. eftirskúla, háskúla, seturskúla ella líknandi
Viðkomandi hevur gist hjá tær, ella tú hevur gist hjá viðkomandi
 Tilmæli til "tættar kontaktir":

Tú eigur at fara í sóttarhald
Tú eigur at lata teg kanna 4. og 6. dag eftir, at tú hevur verið saman við tí positiva
Ert tú ikki saman við tí positiva í sóttarhaldstíðini, kanst tú fara úr sóttarhaldinum, um kanningin 4. dagin er negativ
Ert tú saman við tí positiva í sóttarhaldstíðini, verður mælt til, at tú verður verandi í sóttarhaldi, til tann positivi sleppur úr sóttarhaldinum, og tú tá ert negativ/-ur
 Aðrar kontaktir

Tú hoyrir til bólkin ”aðrar kontaktir”, um tú hevur verið saman einum smittaðum persóni seinastu 48 tímarnar, áðrenn hesin fekk sjúkueyðkenni ella varð staðfest smittaður, og sum ikki lúka treytirnar fyri at vera ein “tøtt kontakt”. Aðrar kontaktir eru til dømis:

Arbeiðsfelagar
Floks-/stovnsfelagar
Vinfólk
Fólk, sum tú hevur verið saman við til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk
Fólk, sum tú hevur tosað við í almenna rúminum
 Tilmæli til "aðrar kontaktir":

Tú eigur at lata teg kanna tvær ferðir. Fyrstu ferð skjótast gjørligt, og aðru ferð 4. dagin eftir, at tú seinast hevur verið saman við tí positiva
Tú skal ikki í sóttarhald, tú kanst fara til arbeiðis, í skúla og/ella á stovn og til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk, um tú eingi sjúkueyðkenni hevur
Tú eigur at vera varin, geva tær far um møgulig sjúkueyðkenni, og lata teg kanna, um sjúkueyðkenni vísa seg.

Kontaktir, ið hava havt COVID-19 seinastu 6 vikurnar:

Tú skalt ikki lata teg kanna av nýggjum, um tú hevur verið í samband við ein positivan. Hetta tí, at kanningin kann verða positiv í fleiri vikur, eftir at tú hevur havt COVID-19.
Um tú ikki hevur sjúkueyðkenni, verður ikki mælt til, at tú fer í sóttarhald, heldur ikki um ein positivur er í húskinum.
Hevur tú sjúkueyðkenni, verður mælt til, at tú fert í sóttarhald til 48 tímar eftir, at tú seinast hevði sjúkueyðkenni.
 

Tey, sum hava fingið staðfest COVID-19, fáa ein teldupost frá Landslæknanum við einum kunningarskrivi, sum greiðir frá, hvussu tey skulu bera seg at, hvørjar teirra “tøttu kontaktir” og “aðrar kontaktir” eru, og hvussu hesar skulu bera seg at.

Nýggju leiðreglurnar eru settar í verk.

Tú kanst kunna teg nærri um leiðreglurnar fyri sóttarhald og heimauppihald her.

Heitt verður á øll um at minnast til almennu ráðini um gott reinføri og at halda frástøðu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Handverksmeistara­felag : Hvør er…
Er demokratiski radarin sløktur í Tingan…
Unn Sørinardóttir Perdomo tekniskur leið…
Norðoya kvinnu­felag aðalfund
Norđoya Bátafelag opiđ hús
Silly-season (fótbóltsslatur)
MYNDIR: Hesi vunnu á Norðfrá-open 2022
Afturber­ingar­skipan til smærri fyritøkur
ÚSSM útbúging fyri skrivstovu­fólk, samsk…
Føroya fólkahá­skúli komin at vitja
Umstríddi reiðarin, Henning Kjeldsen, ve…
Armenia er tema á Holocaust­deg­num í ár
Neyvan nakað 10-mannafar úr høvuðsstaðnu…
B36 fingið nýggjan verjuleikara
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Asfalts­arbeiði hesa vikuna
Daniel Agger hevur keypt Trenskow úr NSÍ
Kringvarp Føroya sýnir TROM
Myndir og video: Seiðatorva í Hvannasund…
Hoyrdist av Kambsdali til Hvannasund