Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v. Ragnar Olafsson Sundstein og Árni Skaale | Mynd: Hans Jákup á Líknagøtu

Nýggjur stjóri á LookNorth

SKRIVAÐ: Teksur Oliver Joensen, Myndir Hans Jákup og Oliver  |  17.01.2022 - 15:17 Myndarøð Tíðindi Vinna

Nú Árni Skaale, sum higartil hevur verið stjóri á LookNorth, av Løgmanni er settur sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, varð neyðugt við nýggjum stjóra á LookNorth.

Í morgun bleiv so almannakunngjørt, at Ragnar Olafsson Sundstein tekur við sum stjóri á LookNorth og skal tí leiða áhugaverda plastvirkið fram á leið.

Ragnar Olafsson Sundstein er ikki ókendur á virkinum. Hann hevur síðani 2008, ella í 14 ár arbeitt tætt saman við Árna Skaale við ovastu leiðsluni av LookNorth,

Fyri løtu síðani fekk eg eitt prát við Ragnar um framtíðina hjá LookNorth: Vit eiga eitt grundøki Undir Hamri við Borðoyarvík, hetta er ídnaðarøkið á vestara armi uttanfyri bátahylin, sum ídag er við at gerast liðugt byggibúgvið.

Vit eiga eina umsókn liggjandi í Klaksvíkar Kommunu, um loyvi at byggja eitt nýtt framleiðsluvirkið her. Orsøkin er, at bygningarnir, sum vit búleikast í í dag, eru vorðnir og trongir til alt virksemið vit hava í dag, og eisini hava vit ætlanir um at vaksa um maskinparkina til nýggjar lutir, sum vit ætla at fara undir framleiðslu av.

LookNorth hevur nevniliga havt sum mál, í minsta lagi at menna framleiðslu av fýra nýggjum  lutum á hvørjum ári. Tí er neyðugt við nýggjum maskinum til nýggjan framleiðsluteknikk, soleiðis at virkið fær enn fleiri bein at standa á.

Eg og Árni hava arbeitt sera tætt saman hesi 14 árini eg havi verið í starvi her. Nú Árni er farin úr sínum sessi, síggi eg tað sum neyðugt, at vit fáa eitt fólk afturat við nakað av verkfrøðiligum teknisku førleikunum, sum Árni hevði. Til at nøkta hendan tørvin, fara vit helst at koma við eini lýsing eftir fólki um einar 14 dagar ella so. Sjálvur kom eg úr bankaverðini í 2008, so mín førleiki liggur meira aðrastaðni enn á tekniska økinum.

Nú eg havi tikið við stjórastarvinum, fari eg heilt víst mest at sakna tøttu sparringina vit báðir høvdu her á skrivstovuni. Men tíðir broytast, og tær avbjóðingarnar eri eg eisini til reiðar at taka, sigur Ragnar Olafsson Sundstein, nýggi stjórin á LookNorth at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund