Lýsing
Lýsing
Lýsing

Widerøe víðkar um virksemið

SKRIVAÐ: Vága Floghavn  |  19.01.2022 - 09:21 Tíðindaskriv Vinna

Norska flogfelagið Widerøe boðar á heimasíðu síni frá, at tey frá byrjanini av mai í ár fara at økja um talið av túrum flogið verður millum Bergen og Føroyar. 

Sum er flúgva tey tvær reisur um vikuna, mánadag og fríggjadag.  Frá byrjanini av mai verður flogið fýra ferðir um vikuna, mánadag, hósdag, fríggjadag og sunnudag. 

Broytingin fer at hava heilt nýggjar møguleikar við sær, tí nú fer at bera til at ferðast bæði stutt og long vikuskifti, eins møguleiki verður fyri at gera heilt stuttar túrar.

“Hetta eru ógvuliga gleðilig tíðindi at frætta, ikki minst í hesum tíðum, nú tey flestu mest hugsa um at repa seglini”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Hesa tíðina síðani Widerøe byrjaði regluliga ferðafólkaflúgving í september í fjør hava vit sæð, at samansetingin av ferðafólkunum umborð hevur verið ein onnur enn tann, vit higartil hava sæð, tí lutfalsliga stórur partur hevur verið norðmenn. 

Hetta merkir, at felagið í stóran mun byggir sítt virksemi á egið kundagrundarlag, og hevur hetta samstundis við sær, at Føroyar sum ferðamannaland við hesum fær eitt størri grundarlag at byggja á. 

Eingin ivi er tí um, at hetta hevur jaliga ávirkan á bæði ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild., sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn at enda.

Widerøe nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina og taka tey 78 ferðandi hvønn túrin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…