Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skiparanum Sámal Jákup Hansen, Klaksvík til minnis

SKRIVAÐ: Atlantic Mission  |  21.01.2022 - 09:23 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Stórur er skarin av føroyingum, ið kendi skiparan Sámal Jákup Hansen. Serstakliga var hann væl kendur millum norðingar og klaksvíkingar, har hann og Hanna búðu. Saman fingu tey tveir dreingir og tvær gentur: Vivian, Lina, Thorvald og Símun. 

    Her skal hansara lívssøga ikki útgreinast, hóast eg sjálvur havi skrivað ein part av hansara lívssøgu, sum kann lesast í bókini „Tað hendi umborð 2.“ Bókin lýsir umvendingarsøgur, ið farnar eru fram umborð á føroyskum fiskiførum. Umvendingarsøgan hjá Sámal Jákupi, ið fór fram umborð á „Sjúrðarbergi“ summartúrin í apríl mánaði 1958, er ein teirra. Umvending hansara umborð gjørdist lívshending, ið hevði avgerandi týdning fyri alt lív hansara eftir hetta.

   Eftir at evangeliski felagsskapurin „Atlantic Mission“ varð stovnaður fyri 11 árum síðani, gjørdist Sámal Jákup ein partur av hesum tænastuverki.

   Áðrenn trúboðaraskipið „Juvel II“ seinastu mongu árini er farið sína árligu boðanarferð til Grønlands seinast í mai-juni, hevur trúboðanarfelagsskapurin „Atlantic Mission“ havt møguleikan at lænt skipið til andaligt verk í grannaoyggjum okkara fyri sunnan og grannalondum eystanfyri – og aðrastaðni við.

   Tá ið Sámal Jákup hevði møguleikan og sá sær føri, kom hann við sum skipari ella stýrimaður, stuðlaður av kæru konu síni Honnu.

   Eg minnist væl tann dagin, tá ið hann segði mær, at hann – saman við Honnu – hevði tikið avgerð um, at hann hevði verið sína seinastu ferð yvir havið sum skipari og stýrimaður. Likamsevnini darvaðu honum tá so mikið. Men so skal eisini nevnast, at vit – á einari av trúboðanarferðum okkara – gleddust um sonin Thorvald sum skipara og góða vinmann hansara sum stýrimann.

   Sámal Jákup var ikki einans ábyrgdar- og álvarsmaðurin á brúnni sum skipari og stýrimaður, men visti altíð at siga frá onkrum hugnaligum og skemtiligum. Hann var ein framúr frásøgumaður. Har sum Sámal Jákup var, var stuttligt at vera.

   Tá ið vit vóru á trúboðaraferðum, var eisini Sámal Jákup – saman við manningini – fúsur at ganga í húsini við lesnaði og innbjóðingum til andalig tiltøk umborð og í landi.

   Blíðskapurin var altíð í hásæti í heiminum hjá Honnu og Sámal Jákupi.

   Vit hugsa um teg Hanna og tíni kæru, sum sita eftir ein kæran mann og faðir.

   Sámal Jákup hevur nú siglt seinasta teinin av lívssigling síni og hevur lagt at í hini ævigu havn, har eingir stormar ýla og brotasjógvar ei meiri bróta.

   ”Og glaðir vóru teir, tí av stilti, og hann leiddi teir til havnina, ið teir tráaðu eftir.”

Sálmur 107,30.

   Vit minnast skiparan, stýrimannin og vinmannin Sámal Jákup Hansen við takksemi.

 

Vegna nevndina fyri Atlantic Mission

Svenning av Lofti

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…