Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Vaksandi sethúsaprísir í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.01.2022 - 11:53 Tíðindi Vinna

Í 2016 var miðalprísurin í Klaksvík 1,3 mió. krónur. Í dag er miðalprísurin 2,1 mió. krónur. Hetta er ein vøkstur á 62%.

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at miðalprísurin á sethúsum í Føroyum er hækkaður við 53% seinastu 5 árini.

Í 2016 var miðalprísurin í Klaksvík 1,3 mió. krónur. Í dag er miðalprísurin 2,1 mió. krónur. Hetta er ein vøkstur á 62%.

-        Vit merkja ein øktan eftirspurning á bústaðarmarknaðinum. Tað eru nógvir kundar sum hava fyrispurningar í samband við at keypa hús. Eisini eru fleiri, sum ynskja at fyrireika seg, við at byrja at spara upp.

Tað sigur Oluffa Olufsdóttir, leiðari fyri Betri Banka í Klaksvík.

Orsøkin til vaksandi miðalprísirnir kring landið eru serliga metlága rentustøðið og stóri fólkavøksturin seinastu árini. Hetta hevur økt eftirspurningin eftir bústøðum og hevur sett bústaðarmarknaðin undir trýst. Úrslitið er hækkandi sethúsaprísir.

 

 

Bústaðarbyrðan

Bústaðarbyrðan er seinastu árini vorðin tyngri orsakað av hækkandi bústaðarprísum. Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av miðal netto inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja eini sethús.

Bústaðarbyrðan í Klaksvík er í løtuni 21% í mun til 13% í 2016.

Tølini hjá Betri Banka geva onga ábending um, at sethúsaprísirnir fara at lækka komandi tíðina. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…