Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nils Arne Eggen deyður

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Jacobsen  |  19.01.2022 - 13:39 Ítrottur Merkisdagar & Kunngerðir

Nils Arne Eggen (f. 17. september 1941 – d. 19. januar 2022) – Norski meistaravenjarin deyður

Tá ið kvinnurnar hjá KÍ veruliga settu seg á heimskortið í fótbólti, varð tað tosað nógv um Rosenborg BK, tí liðið hevði vunnið 13 meistaraheiti á rað. Við hugtakandi álopsspæli, sum bygdi á umstillingar ella snarálop, í einari eirindarleysari 4-3-3 leikskipan kom Rosenborg á fótbóltskortið um somu tíð, sum norskur fótbóltur veruliga gjørdi um seg undir Egil “Drillo” Olsen. Venjarin hjá Rosenborg var Nils Arne Eggen uttan árið 1998, tá Trond Sollied stjórnaði liðnum. Í morgun andaðist norski meistaravenjarin Nils Arne Eggen. Hann gjørdist 80 ára gamal.

Eggen var føddur í Orkdal í landslutinum Trøndelag, meðan seinni heimsbardagi leikaði á. Tíðliga gjørdist greitt, at Eggen hevði góð fótbóltsevnir og longu sum 15 ára gamal spældi hann á besta liðnum hjá Orkdal. Hann flutti síðani til Tróndheim fyri at lesa og fór samstundis uppí Roseborg BK, har hann í fyrstu syftu spældi frá 1960 til 1963. Har vann Nils Arne Eggen steypakappingina fyrstu ferð í 1960.

Í 1963 skifti Eggen til Vålerenga í Oslo og tá gjørdist hann norskur meistari fyri fyrstu ferð í 1965. Hann skifti aftur til Rosenborg í 1966 og fram til 1969 gjørdist tað glæstriskeiðið á hansara egnu fótbóltslívsleið. Tvær ferðir vann hann norska meistaraheitið (í 1967 og 1969), meðan hann sjálvur varð kosin ársins leikari í 1967. Harumframt umboðaði Nils Arne Eggen norska A-landsliðið 29 ferðir.

Hóast fótbóltslívsleiðin á vøllinum hepnaðist væl, so var tað uttan fyri strikurnar, at hann gjørdi mest um seg. Orsakað av skaðum byrjaði lívsleiðin sum venjari í 1971 saman Tor Røste Fossen. Saman syrgdu teir fyri, at Rosenborg fyri fyrstu ferð nakrantíð, vann greipuna sama ár. Norska fótbóltssambandið sendi síðani boð eftir Eggen. Fyrst var hann venjari hjá norska U23 landsliðnum og í 1974 fekk hann ábyrgdina av norska A-landsliðnum saman við Kjell Schou-Andreassen. Tað var um reppið, at Norra vann seg í HM endaspælið í 1978 í Argentina, men tá ið samanum kom vann Svøríki í Sveits, meðan Norra tapti síðsta dystin í Sveits.

Ímeðan Norra var so tætt við, so var Rosenborg flutt niður í næstbestu deildina. Boð vóru aftur eftir Eggen, sum beinanvegin tryggjaði teimum uppflyting, men gylta tíðarskeiðið tóktiskt langt burturi. Eftir eitt rend í heimbýnum, Orkdal, endaði Eggen hjá Moss FK. Liðið lá tá í næstbestu deildini, men hevði gjørt um seg í steypakappingini. Tveyari í 1981 og vinnari í 1983. Nú var liðið flutt niður í 2. deild, men liðið hevði fingið Nils Arne Eggen sum venjara og Eggen hóskaði væl saman við Moss – so væl, at liðið púra óvæntað gjørdist norskur meistari í 1987. Ein stórhending at rokna á hædd við B71 í Føroyum, Herfølge í Danmark og Leicester í Onglandi.

Rosenborg BK ynskti aftur at fáa Eggen at stjórna liðnum. Eggen og Rosenborg passaðu saman sum fótur í hosu. Vinnaramentanin hjá Rosenborg birtist av nýggjum og liðið vann greipuna bæði í 1988, 1990 og 1992. 1992 var eisini árið har Rosenborg byrjaði eina vinnaragongd uttan líka. 13 ferðir á rað frá 1992 til 2004 vann Rosenborg meistaraheiti. Í 1998 tók Eggen eitt hvíldarár, har Trond Sollied stjórnaði liðnum og í 2002 takkaði Eggen fyri seg fyri 4. ferð. Åge Hareide, sum seinni gjørdist danskur landsliðsvenjari og Ola By Rise stjórnaðu liðnum í ávikavist 2003 og 2004.

Heili átta kappingarár var Rosenborg í Champions League og millum bestu brotini var fjórðingsfinalan í UEFA Champions League um várið 1997, tá Rosenborg vann á italska stórliðnum AC Milan – enntá á San Siro í Milano.

Tá Erik Hamrén tók við sum svenskur landsliðsvenjari í 2010, tók Eggen við sum fyribils venjari hjá Rosenborg og sjálvandi gjørdist liðið meistari sama ár.

Eina seinastu ferð skuldi Eggen stjórna liðnum í heimbýnum. Liðið hevði skift navn og kallaðist nú Orkla. Allahalgannadag 2011, tann 1. november 2011, valdi Eggen at taka við starvinum hjá 5. deildarliðnum og árið eftir var liðið flutt upp í 4. bestu deildina.

Í 2013 fekk Nils Arne Eggen handað kongliga heiðursmerki eftir Ólav Halga.

Seinastu tíðina hevur Eggen havt heilsubrek, men framvegis lættur av lyndi. Fyrst fekk hann eina nýraflutning í 2015, síðani misti hann høgra fótin í 2018 og árið eftir vinstra fót, men sum hann sjálvur segði: “Tað eru ikki øll, sum tvær ferðir fáa møguleikan at læra at ganga.” Deyðin var honum heldur ikki ókendur, tí konuna misti hann í 2011 og árið eftir sonin Knút (umboðaði Rosenborg 1978-91 undir pápa sínum), men longu í 1957 misti hann beiggja sín, Torbjørn, sum druknaði í syndarligari vanlukku. Sum Eggen sjálvur segði: “Eg eri ikki bangin fyri at doyggja, men eg ynski heldur at liva.” Nú er hansara fjørður rógvin.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…