Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óskikkur at flyta staðarnøvn runt í býnum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.01.2022 - 09:06 Lesarabrøv Mentan

Navnið Varpið er bundið at gamla timburhandlinum hjá Kjølbro og staðnum á Varpinum.

Eg fari at geva Símun á Høvdanum rætt í tí, at tað er ein óskikkur at flyta staðarnøvn runt í býnum tá tað ikki er neyðugt.

Mest famøsa flytingin av staðarnavni var tá Heygar brádliga var flutt niðan í Gerðar við at vegurin ið gongur ígjøgnum gamla býlingin fekk navnið Heygavegur.

Tá vóru eisin mótmæli, men tað var ikki tikið til eftirtektar.

At myndugleikar gera seg inn á lokal nøvn er búsetingin á Oyri gott dømi um. Kanska fyri at gera mun á búseting sunnan av landi fóru myndugleikar á skrivað Norðoyri og síðani er veruliga navnið forfjónað og happa - soleiðis at tað bert eru staðkend fólk í brúka navnið Oyrar. Tað kom onkuntíð fyri at vit á Norðlýsinum av ósketni skrivaðu Norðoyri - men tá gretti ikki at lesarar ringdu at gera vart við at hetta er ikki rætt.

Navnið Varpið er knítt -bundið- at gamla timburhandlinum hjá Kjølbro og staðnum á Varpinum.

Ístaðin fyri óskil átti býráði at gingið á odda fyri at fingið gomlu býlinga og staðarnøvnini til heiðurs - á røttum stað - sjálvsagt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB