Lýsing
Lýsing
Lýsing
Svimjihøllin er ein gamal dreymur hjá runavíkingum, ið nú byrjar at ganga út. Tað er hugstoytt at síggja Handverksmeistarafelagið leggja fótonglar út fyri honum. | Mynd: runavik.fo

Hví andøva móti eini skilagóðari verkætlan?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2022 - 09:44 Ítrottur Leiðarin Mentan

Ein býur eigur at hava eina svimjihøll, og mong eru tey, ið hava saknað eina í Runavík gjøgnum árini. Nú tekur kommunan so stig til at gera eina, men verður álopin úr øllum ættum. Føroya Handverksmeistarafelag hevur eftir øllum at døma beinleiðis mælt sínum limum frá at átaka sær arbeiðið? Vit standa spyrjandi úti á síðulinjuni.

 

Tóri Højgaard, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini í Runavíkar Kommunu, er úti við einum drúgvum lesarabrævi, har hann leggur nøkur fakta fram í málinum, og setir Handverksmeistarafelagnum nakrar spurningar. Hann vil hava at vita, hvørjir ítøkiligir manglar eru í tilfarinum og hvørjar ítøkiligar ásetingar tilfarið ikki lýkur. Eisini spyr hann um, hví Handverksmeistarafelagið bíðaði so leingi við at siga frá.

Sum heild verður tilfarið skotið niður í sand og øsku av Føroya Handverksmeistarafelagi, og tað er hesum, formaðurin í Byggi- og Býarskipanarnevndini stendur spyrjandi yvirfyri, og eisini, at FH samanber svimjihøllina við Glasir.

Tað virkar undarligt, at Føroya Handverksmeistarafelag orðar seg so hvassliga ímóti hesi verkætlanini. Eina svimjihøll má Runavíkin hava, nú hon er vorðin veruligi miðdepilin í Føroyum. Prísirnir fara bara ein veg, og tað er uppeftir, so lagaliga løtan er nú beinanvegin. Sjálvandi má ansast eftir ikki at hita búskapin ella at byggja ov dýrt, men har eru altso ikki nógvar aðrar verkætlanir í Runavíkarøkinum.

Kann tað vera so galið, at Føroya Handverksmeistarafelag er so skeptiskt, tí at íløgan verður gjørd í Eysturoynni? Ráðgevin býr í miðstaðarøkinum, so tað er ikki óhugsandi, at hetta spælir inn. Fyri ikki so langari tíð síðani varð skarvurin givin yvir viðv. marghøll á Strondum, og tað er tí, vit mugu hyggja at, ikki gøluni Glasir. Ein skilagóð og vónbirtandi høll varð av ongum, fyrst og fremst tí at ein dýrari høll verður bygd í Tórshavn ella Hoyvík. Hetta var stórt spell, og tað sama má ikki henda við svimjihøllini í Runavík.

Eftir skrivinum hjá Tóra Højgaard at døma hava tey fingið mótstríðandi upplýsingar, har tað fyrst verður sagt, at tilfarið bara hevur smávegis manglar, men síðani, at onki sum helst fantilsi er á tilfarinum. Er hetta so, er tað væl skilligt, at Tóri stendur spyrjandi. Hann endar við at siga, at Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, og Marius Thomassen, ráðgevi, eru vælkomnir til Runavíkar at greiða frá sínum sjónarmiðum.

Skulu vit her á blaðnum siga okkara meining, so er tað hendan: Fáið allar fótonglar av berið so í bandi, at svimjihøllin verður gjørd sum skjótast. Hon hevur veruliga manglað har í býnum, og hetta er ein sólskinssøga, ið ikki má køvast av bureaukratii. Tí er tað hugaligt at lesa og hoyra, at Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað undir sáttmála við Kanjon um at byrja verkætlanina.

Hetta hevur týdning fyri alt Landnyrðingsøkið, og ongantíð betur, um svimjihallirnar her norðanfyri fara at kappast um viðskiftafólk – tað kann bara eggja teimum til at gerast betri.

Okkara orð hevur kanska ikki tað stóra at siga fyri Føroya Handverksmeistarafelag, men okkara áheitan skal kortini vera á formannin og ráðgevan har: Takið ímóti útrøttu hondini frá Tóra Højgaard og farið á fund við hann.

Kelda og skrivið hjá Tóra Højgaard finst her: https://nordlysid.fo/tidindi/72319/bbn-spyr-fh

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar