Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyska talgilda heilsuskipan og samskiftispall til Sjúkrahúsverkið!

SKRIVAÐ: Anfinn Hansen  |  20.01.2022 - 17:20 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyska kunningartøknivinnan eigur at fáa møguleikan at menna komandi heilsuskipanina til sjúkrahúsverkið.

Við ársenda 2021 boðaði stjórin í Cambio leiðsluni á Sjúkrahúsverkinum frá, at veitingar- og rakstraravtalan fyri COSMIC heilsuskipanina bleiv uppsøgd við 2 ára uppsagnartíð, við møguleika at leingja uppsagnarfreistina við samráðingum um nýggjan uppsagnarsáttmála!

Við hesum stendur polittiski myndugleikin saman við leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum á berum við uppsagdari heilsuskipan, ið hevur kostað landinum tíggjutals, um ikki hundratals, milliónir samanlagt at ment.

Við uppsøgnini skal nýggj heilsuskipanarloysn finnast, og hendan loysnin eigur at verða boðin út til føroyskar kunningartøknisfyritøkur at menna, heldur enn útlendskar!

Tað kann skapa vinnuligan framburð og nýhugsan í eini vinnu, ið hevur stórar vakstrar møguleikar sum ein framtíðar útflutningsvinna!

Føroyska talgilda vinnan hevur víst í verkið, at føroyingar duga, tá ið kunningartøkni umræður.
Com-data mennirnir í Klaksvík settu veruliga ferð á KT menningina í Føroyum fyri nærum 40árum síðan, við loysnum til bæði tað almenna og serliga fiskivinnuna her á landi og uttanlanda.

Føroyski talgildi samleikin, saman við Vanganum, er ein sólskinssøga og framkomin KT- loysn, ið er ment av føroyingum til føroyingar. Menningin av skipanini gongur við rúkandi ferð, og samanborið við líknandi donsku NEMID loysnina, hevur hendan loysnin óendaligar og spennandi vakstrarmøguleikar á alskyns tøkniligum mótum, so her ganga vit sanniliga eisini undan!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan