Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggja stásiliga mentanarhúsið er ein ímynd av mongu frambrotunum, ið fara fram í Klaksvík í løtuni. | Mynd: Klaksvíkar kommuna

Grør um gangandi fót í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2022 - 12:00 Leiðarin Tíðindi

Eftir nøkur buldraslig ár bæði vinnuliga, heilsuliga og fíggjarliga er Klaksvík í fullari ferð við at reisa seg aftur. Tað sæst týðiliga á øllum teimum útbyggingum, nýbyggingum og íløgum, ið verða gjørdar í kommununi. Nú er ferð á, og tað sæst. Ikki bara kommunalpolitiskt, men eisini landspolitiskt, og danski staturin er eisini lutvíst við. Tað er spennandi og gevur vón at ganga sær ein túr í Klaksvík og síggja tað nógva virksemið.

 

Lat okkum beinanvegin siga, at síðstu árini hava verið buldrut, fyrst og fremst vegna ávirkan uttanífrá, serliga av alheimsfarsóttini. Men nú birtist vón. Torradagar verða aftur í ár, Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í ár, og innan leingi fara vit at síggja ein spildurnýggjan Christian í Grótinum sigla inn eftir Vágni. Øll vit, sum eru um miðjan aldur og eldri, minnast hvussu vælsignað tað var at síggja Christian í Grótinum sigla inn á Klaksvík í 1997 og seta punktum fyri kreppuni.

Mentanarhúsið við síðuna av gamla posthúsinum er komið væl ávegis. Nýtt kappróðrarneyst er í umbúna, fleiri grundstykkir og bústaðir eru á veg báðu megin Vágna, vinnan fær munandi betur rásarúm við Borðoyarvík, minnisvarði er á veg á Trøllanesi, útbygging er á veg í Árnafirði, og Norðhavnin verður eftir øllum at døma longd. Og hetta er bert tað kommunala.

Landspolitiskt eru nýggir tunlar Norður um Fjall á veg, ið binda eystara og vestara partin av Klaksvíkar Kommunu saman, umframt við Hvannasunds og Viðareiðis Kommunur. Hetta er tann størsta einstaka almenna íløgan, sum nakrantíð er gjørd í Norðoyggjum.

Við Djúpumýrar er arbeiðið nú eisini veruliga farið at síggjast. Ein risastórur vøllur verður bygdur millum barnagarðin og Tekniska Skúla, og hann fær tann gamla at síggja lítlan út. Men við hann eru hundraðtals sitipláss komin afturat, soleiðis at vøllurin í dag lýkur altjóða krøv. Tað sæst, at Klaksvíkar Ítróttarfelag er vorðið flaggskipið í føroyskum fótbólti – ja, í føroyskum ítrótti.

Stoltleikin hjá Klaksvíkini, sjúkrahúsið, er veruliga trýstroynt undir Coronafarsóttini, og hevur meira enn bara prógvað sítt virði. Tað er eitt ótrúligt arbeiði, sum starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava lagt í at basa farsóttini við túsundatals kanningum og koppsetingum. Av Landssjúkrahúsinum hoyrist, at tey eru sera fegin um, at tey bæði smærru sjúkrahúsini hava tikið so nógv á seg. Tað verður seinur dagur, at hetta verður gloymt, og at nakar fer at práta um niðurleggingar aftur.

Hvørjum skulu vit siga takk? Listin er øgiliga langur, men bæði fráfarna og núverandi býráð, løgtingið og fólkatingið eiga tøkk fyri sínar lutir. Lokalu kreftirnar eiga tó størstu tøkkina; her verður hugsað um vinnulívið, eldsálirnar í ítróttinum og heilsustarvsfólkini í kommununi. Og so sjálvandi privatu íverksetararnar og arbeiðstakararnar – uttan teir vóru risastóru útbyggingarnar ikki gjørligar.

Tað er av sonnum hugaligt at vera klaksvíkingur í hesum tíðum, tá so nógv hendir og so nógv spennandi er á veg.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB