Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av vindi í vikuskiftinum. Mesti vindur er fyrrapartin sunnudagin og eitt sindur út á seinnapartin, 18 til 23 m/s av útsynningi suðuri. | Mynd: Pól Sundskarð - www.pol.fo

Veðrið um vikuskifti

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.01.2022 - 13:40 Tíðindi Veðrið

Eitt sindur av vindi hetta vikiskiftið. Føroyar fara at liggja sum lús ímillum tvær negl. Eitt máttmikið hátrýst stendur í stað yvir Stórabretlandi, meðan eitt djúpt lágtrýst flytur seg norðan fyri Ísland.

Ímillum hesi bæði fer at vera fitt av vindi onkra løtu í vikuskiftinum, og tað er júst har, sum Føroyar eru.

Meira ítøkiligt um veðrið hetta vikuskiftið, so er fer ættin at liggja av útsynningi meginpartin av vikuskiftinum – viðhvørt eitt rend niður í útsynning sunnan, og onkra løtu útsynning vestan.

Vindferðin hevur í dag ligið í miðal fyri alt landið um 10 til 15 m/s av útsynningi. Turt og skýggjað við sólglottum. Hetta fer ikki at broytast stórvegis seinnapartin í dag. Kanska onkrir ælingar í støðum seint seinnapartin.

Í kvøld vindferðin óbroytt, 10 til 15 m/s, men eitt brúgvalag við regni er væntandi. Tað fer at regna í kvøld – frá umleið klokkan 18 til midnátt, ella ein tíma afturat.

Í nátt fer vindurin at veksa spakuliga av útsynningi. Í morgin ári eru 13 til 18 m/s. Turt, skýggjað og sólglottar, og soleiðis er fyrrapartin og seinnapartin eisini. Í annaðkvøld fer at minka eitt sindur. Á midnátt eru 10 til 15 m/s.

Sunnunáttina fer vindurin at veksa av útsynningi suðuri. Klokkan 8 á morgni eru 18 til 23 m/s, og soleiðis fer at vera til einaferð út á seinnapartin. Tá kemur ein kuldabrúgv við regni framvið, og eftir at hon er farin framvið um 15-16 tíðina, støkkur ættin upp í útsynning vestan, og vindurin fer at minka. Um kvøldið eru 10 til 15 m/s. Turt og skýggjað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin