Lýsing
Lýsing

Christian Eriksen helst kunngjørdur í Brentford innan 3 dagar

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  23.01.2022 - 07:33 Ítrottur Tíðindi

Tað er nógv sum týður upp á, at stóra stjørnan á danska landsliðnum, aftur verður at síggja í Premier League. Hann spældi við Inter, men av tí at hann small um við hjartatilburði undir EM, mátti sáttmálin uppsigast. Tað er nemliga ikki loyvi, at spæla við pacemakara(hjartakvikil) í Seriu A.

Hóast gitingarnar hava verið sera nógvar um framtíðina hjá Christian Eriksen, so eru tað fleiri og fleiri miðlar, ið vænta, at kendi danski leikarin fer at halda fram við yrkisleiðini í Brentford.

Brentford flutti upp í Premier Leauge í fjør, og hevur yvirraska í bestu ensku deildini. Fleiri danskir spælarar leika við felagnum, umframt at fyrrverandi danski venjarin hjá Brøndby, Thomas Frank, hevur høvusábyrgdina av liðnum.

Umframt Brentford, hevur annars verið gitt, at Christian Eriksen møguliga skuldi gera eitt "come back" í Tottenham, har hann hevur spælt stóran part av sínari fótbóltstíð. Miðlar hava eisini róð framundir, at  feløg sum Aston Villa, Leicester og Newcastle hava umhugsað ein møguligan sáttmála við spælaran, men mest sannlíkt verður tað Brentford, sum fær gleði av framúrskarandi evnunum hjá danska miðvallarinum.

Brentford liggur í løtuni á 14'plássi í deildini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…