Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen - Myndir: Dávur Winther  |  23.01.2022 - 12:33 Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin 22. januar 2022 lat Torbjørn Olsen upp listaframsýning við í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Har var væl av fólki frá klokkan 18:00 til 20:00.

Dávur Winther, helt røðu, og boðið varð lættari ábit og okkurt leskandi var eisini til tey vitjandi.

Tónleikinum syrgdu Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe úr bólkinum Hjarnar fyri.

Eftir lítlari løtu var at kalla alt selt. Framsýningin er opin soleiðis:
Mándag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00

Um ikki ber til at vitja hesar tíðirnar, er eisini møguligt at ringja 217055 Símun, og finna eina tíð, sum hóskar tær best.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til til 27. februar 2022.

Niðanfyri verður røðan hjá Dáva Winther endurgivin

Góði Torbjørn!

Hjartaliga væl afturkomin til Klaksvíkar og ikki minst her í henda søguliga bygning, har Jógvan Segl og allir hinir reiddu skip út, seymaðu segl og mangt annað!

Her hevur mangan verið lív í!

Teir høvdu helst hildið lítið um, at ein havnamaður kemur til Klaksvíkar at breiða sína list út á hesar veggir, ið kundu sagt søgur um so mangt annað, sum var hópin meira áhugavert og týdningarmikið, enn “Kunstur úr høvuðsstaðnum”!

Teir høvdu eina serliga bókhaldsskipan, sum vóru tveir 6” seymir negldir í veggin – Annar til inngangandi rokningar, og hin til útgangandi rokningar: Kerdit og Debit – ógvuliga einkult!

Tá var tað kanska eitt sindur lættari at liva og alt var meira einkult og greitt.

Enn einaferð vælkomin til Klaksvíkar – og hjartaliga til lukku við degnum!

Eg rokni tó við, at gomlu seglhúsminninir høvdu góðtikið teg alíkavæl, Torbjørn – Tí tú er ættaður av Húsum, og tann sum nú eigur gamla Seglhúsið, er ættaður úr Fugloy!

Eg rokni við, at tú eisini kennur tað eitt sindur forkunnugt at sleppa aftur á gamlar gøtur at sýna fram!

Ættarfólk tíni eru jú av Húsum - Uppi í Gørðum – á Norðurgarði, har tú og Hans Pauli onkuntíð plaga at hugna tykkum og fylla uppí  “íblástur- ella inspiratiónstankan”.

Og tað eru eisini komnir fleiri beinraknir og vakrir málningar frá tíni hond, har ímyndin ella myndevnið er av Húsum.

Abbin var Marius Olsen av Húsum og omman Elsba úr Syðrugøtu, ættað úr Barbustovu.                                                                                                      

Í 1941 flytir Marius til Havnar, tá ið pápi tykkara, Esmar er 10 ára gamal.

Hann fer at velta fyri fólk – m.a. fór hann til Sámal í Gong, pápa Petur í Gong og velti hópin av jørð fyri hann, eins og hann sett nógv epli niður, sum m.a. elsta systkinabarn títt, Marita Matras slapp at smakka av.

Elsba, omma Torbjørn, var sum sagt úr Barbustovu í Syðrugøtu, var m.a. systir Bettu á Bergi, mammu Mikkjal á Bergi og eisini systir Mikkjal Petur Mikkelsen, sum m.a. var pápi at Leivur Mikkelsen, ið var verfaðir mín – So tú, Hans Pauli og tit eru trímenningar kona mína.

Pápi tykkara, Esmar, giftist við Ebbu úr Vík, Haldarsvík og lærdi hann til træskipasmið.

Ein beiggi pápa tín var Mikkjal Olsen, sum var pápi Kristian Fr. Olsen, ið vit kenna væl her í Klaksvík.

Katrina, systir pápa tín - átti Maritu Matras, sum Marius, abbin tekur til sín, tí mamman var nakað ung, tá ið hon fekk hana.

Eg veit frá Hans Paula, at pápi tykkara, Esmar, var góður við Maritu og metti hana sum sína lítlu systir. Hon var 10 ár yngri enn hann. So Marita vaks upp í Havn, tí Marius, abbin var fluttur til Havnar um hetta mundið, tá ið Marita varð fødd.

Hini systkini hjá páta tínum eru: Frida, Kristianna, Herluf og Sylvia.

Tit beiggjarnir eru: Kári Olsen – 1951

Bjarni Olsen frá 1954, sum lærdi til jarnskipasmið, men nógv tey seinnu árini undirvísti á Tekniska skúla  – Hann fylti sama dag sum Hans Pauli  24. august. Hetta helt Hans Pauli  ikki vera nakað stuttligt, tí hann bleiv sníttur fyri eina lagkaku, plagar hann at siga!

Torbjørn Olsen 1956 – 22. januar. 

Hans Pauli Olsen – 1957. 

Marius Olsen – 1963, nakað yngri enn tit.

Húsini á Húsum hjá abbanum Marius, setur pápi tykkara í stand í 1983 og nakað fram - Bjarni og tit beiggarnir hjálpa til, og hava tit húsini at búleikaðist har eftir tørvi har, sum eini summarhús at koma til.

Nú eftir at Bjarni fór, sum hevði húsini seinnu árini, tóku tú og Hans Pauli yvir. Hans Pauli hevur hildið nógv til har, tá ið hann hevur verið í Føroyum til ymsar uppgávur. Og tú sjálvandi, tá ið tað hevur borið til.

Listaleið - Glyptotekið

Eyðun av Reyni, Sigund Gunnarsdóttir, Hans Pauli og Tróndur Patursson eitt stutt skeið, áðrenn hann fór til Noregs – teknaðu nógv á Glyptotekingum.

Tú fekk tekniundirvísning hjá Robert Askou Jensen á Glyptotekinum í Keypmannahavn 1972-74.

Torbjørn Olsen er tann føroyski málarin síðani Mikines, sum eina mest hevur lagt seg eftir portrætmálarínum. Við portrettunum vísur Torbjørn Olsen kynstrið til innliving og karakterisering - sermerki, eyðkenni og útsjónd, sum hann serstakliga væl dugur at endurgeva. 

Eyðkennið fyri tykkum allar beiggjarnar – kanska Kári eitt sindur undantikin, er, at tit duga grundhandverkið: at tekna so ómetaliga væl. Hetta er ein fyritreyt fyri ein góðan listamann ella listakvinnu.

– Hetta dugdi m.a Ingolvur av Reyni meistarliga væl, tó at málningar hansara vóru rættiliga abstraktir.

Eg veit, at tær eins og fleiri listafólkum ikki dáma at verða sett í kassar við ymiskum -ismum. Og tað kann væl vera, at eg ikki grynni, tí tú ert tín egni.

Tú flytir teg – Pointillisma ella prikkmyndir gjørdi tú nakað av eitt skeið. Tú arbeiðir nú meira ekspressionistist og ert figartivur. Men tú hevur tín egna stíl, og er koloristur í stórum stíli.

Haldi eg kann loyva mær at siga, at tú ert inspireraður av Ingolv av Reyni og Zacharias Heinesen.                                                                                                        

Tú og Olivur við Neyst hava málað og arbeitt nógv saman í smiðjuni hjá Wensel Petersen á Bryggjubakka, tí er ikki undarliga, at Olivur hevur havt ávirkan á teg eisini - so ella so.

Sum sagt duga tit grundina: at tekna, Bjarni, Torbjørn, Hans Pauli, Marius – allir góðir teknara.

Tað finst neyvan betri modell-málari, portrettir-málari og landslags-málari enn tú! Og tá ið man verður biðin at mála altartalvur, er man komin rættiliga langt!

Tær eru sanniliga væl eydnaðar eisini!!

Sum flestu av tínum samtíðarmálarum, málar tú landsløg, tú dyrkar býarumhvørvið og býlingaøki - ørgrynni av litglaðum og fagurlittum húsum, gavlar og takflatur hittast í skørpum margvinklaðum hornum og kantum.

Teigar, sum marka hvørjum øðrum í ymisklittum flatum og stórfingin, tignarlig fjøll við skørpum fjallarøðum, sum skera seg gjøgnum himmalhválvið  - Hetta eru í fleiri førum eyðkennið fyri títt beinrakna ættarliðið.

Eitt mær dámar væl við tínum - til tíðir - freka og grova penslastroki, er, at tey minna um grovu og stundum djúpu sporini eftir fingunum hjá Hans Paula, tá ið hann stríkur leirinum á standmyndum sínum nokkso harðliga, har kanturin ella eggin tó er knívskørp, beinrakin og sniðgevandi – Júst sum á málningum tínum, har t.d. eyguni og andlitsbráið stendur klokku klárt, hóast harðlig strok við penslinum.

Góði Torbjørn!

Eg havi kent og arbeitt saman við Hans Paula líka síðan 1996, tá ið vit spakuliga byrjaðu uppá standmyndina av Kjølbro, sum eftir at verið eitt sindur forfjónað, kom upp í 2002. Síðani Fípan Fagra í 2008, so Kópakonan og Elinborg Lützen, sum varð avdúkað 24.09.2019. Eitt ótrúliga spennandi samstarv við ein fittan, gløggan og dugnaligan mann. 

Í hesum samstarvi eri eg sjálvandi komin at kenna Hans Paula ógvuliga væl og havi gingið og malið í atillierinum hjá honum fleiri ferðir. Men umvegis hann eri eg eisini komin at kenna tykkum beiggjarnar.                                   

Tit eru allir so sera fittir! Hann umtalar tykkum altíð so vakurt og positivt – Tað er ikki gram av misunnilsi millum tykkum. Hans Paula hevur heldur mangan harmast um, at Bjarni ikki gjørdi meir við at tekna og sýna fram, tí hann dugdi eisini sera væl, plagar Hans Paula at taka til.

Tá ið tit eru saman, eru tit sum smádreingir – hanga uppi á hvørjum øðrum og smáflenna glaðir, og eru góðir við hvønn annan.

Hetta fari eg at takka foreldrum tykkara fyri, sum hava verið fyrimyndarlig og lagt nógv gott í tykkum. Minnist einaferð, at Hans Paula var hálvgum óður við teg, tí ein sjónvarpsmaður hevði spurt teg, um tú ella tit vóru stuðlaðir av foreldrum tykkara til at gerast listamenn - listamálarar.

Men tú vart nakað seinur at svara, og segði ov nógv “Øøøø”!...

“Tú skuldi havt svarað umgangandi, at mamma altíð fegnaðist um okkara listaleið, tekningar og málningar, hon stuðlaði okkum væl”! Segði Hans Pauli sannførandi.

Torbjørn skal einaferð hava sagt:           

Man brúkar eitt motiv, men til síðst sær man ikki motivið

Tú sært tað ikki, men alíkavæl er tað har!

Tú arbeiðir við onkrum heilt øðrum í motivinum, enn júst tað man sær!

Tað er faktiskt motivið, sum blívur abstrakt – ikki bílætið ella myndin!

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar!
Hjartaliga til lukku við degnum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda