Lýsing
Lýsing
Lýsing

H71 hevði munin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.01.2022 - 19:32 Ítrottur Mentan Tíðindi

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið í Hoyvík leikt teirra fyrsta dyst í steypakappingini, har mótstøðuliðið var besta liðið hjá H71. Eftir hálvleiksstøðuna 17-14 til H71, endaði dysturin við 34-29 sigri til heimaliðið.                                                                                                                                                  

H71 kvinnurnar sum í løtuni luttaka í Europa Cup kapping, og hava klára seg sera væl, eru rættiliga væl fyri, og vóru eisini mettar at vera favorittar til at vinna dystin í dag. Tað gekk tó javnt á stóran part av fyrra hálvleiki, sum tó endaði við eini trímáls leiðslu til heimaliðið.                                                                        

Stjørnan megnaði ongantíð veruliga at hótta leiðsluna H71 í seinna hálvleiki. Størsti trupupuleikin hjá Stjørnuni var í verjupartinum, hetta sást eisini aftur við, at H71 fekk heili 8 brotskøst, meðan Stjørnan bert fekk trý brotskøst.                                                                                                                   

Stjørnan er í bólki saman við H71 1, H71 2 og StÍF. H71 1 hevur leikt tveir dystir og vunnið teir báðar, og eru sosatt koman víðari í hálvfinaluna. Tær hava leikt ímóti H71 2 og Stjørnuni. StÍF hevur enn ongan dyst leikt. Roknast kann við, at avgerandi dystur í bólkinum verður í KÍ-høllini komandi hóskvøld, tá Stjørnan far vitjan av StÍF. Tvey lið í bólkinum koma víðari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur