Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ólavsøka | Mynd: KVF

Í Føroyum valdar fólksligur vilji

SKRIVAÐ: Áron Sofus Høgnason Vest  |  24.01.2022 - 12:15 Mentan Politikkur Tíðindi

Tað hevur verið ein sannroynd, at líka síðani dagarnir í urtagarðinum Eden, hevur menniskjan ikki verið nøgd. Funnist at. Hildið lítið um eitthvørt. Koronutilmælini byrjaðu at fáa vind í seglini í takt við at kunnleikin um farsóttina gjørdist alsamt størri og størri. Tað vóru tó ikki øll sum sóu meiningina í tí. Summi fóru at spekulera um nú ein størri, kanska loyndarfullur, felagsskapur sat aftanfyri hesum tey kalla fyri COVID19.

Í Danmark samlast fleiri túsundavís av ónøgdum mótmælisfólki fyri at varpa ljós á nakað – ið eftir teirra meting – ið ikki eigur at góðtakast. Vit hyggja eftir nøkrum av hesum, og samanbera við støðuna í Føroyum.
 
ANTIFA
Víðgongdi uppreistrarbólkurin Antifascistisk Aktion, vanliga nevndur ANTIFA, hevur staðið fyri mongum av rokmiklu mótmælisgongunum í Danmark. Politiski flokkurin Nye Borgerlige, hevur eitt ungmannafelag, ið samanber aktivitetin hjá ANTIFA við yvirgangsatsóknir. Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, var eisini tætt við at seta ANTIFA á terrorlistan í landinum. ANTIFA sigur seg at vera góðir, harðskapsklárir aktivistar. Teir mótmæla so at siga allan politikk, ið gongur móti teirra anarkistisku hugsjónum. Hjá teimum valdar lógloysi og harðskapur.
 
Men In Black
Her er talan um ein svartklæddan jokara, ið at síggja til heldur til í báðum legum. Ikki við harðskapsatburði sum teir í ANTIFA, men stundum spyrst harðskapur burturúr teirra mótmælisgongum. Alment siga teir seg taka frástøðu frá rokmiklum framferðarhátti. Teir hava mótmælt koronutilmælini, lockdowns, koppseting og kravinum um nýtslu av koronupassi og maskum. Teir finna seg ikki í, at danska valdið eggjar til nýtslu av koronupassi, maskum (munnbind) og koppseting. Teir siga seg taka støði í grundlógini, táið teir siga at Epidemiloven og koronapassi er ein ísakøld avlíving av menniskjaligum frælsi.
 
More Freedom Less Control
Hetta er á ein hátt lítlibeiggi hjá Men In Black. Upprunaliga hugskoti við hesum felagsskapi, var at samla frælsiskempur (á donskum: ‘frihedskæmpere’) á einum stað. Tað er fyri so vítt tað sama teir gera í dag, men í dag eru so nógvar sokallaðar frælsiskempur, og tað er ein eisini vorðin ein minni mótmælisbólkur. Teir mótmæla heldur friðarliga, og spreiða boðskapin út á netinum. Nakrir av limum teirra hava eisini tikið stig til at hjálpa fólki at verja seg, táið onkur krevur tey til roknskap fyri ikki at bera masku (munnbind) í almenna rúminum.
Úr rúgvuni av limum teirra, kann nevnast Martin ‘MD’ Iversen, ið hevur lagt nógv út á sosialu miðlarnar, har hann prædikar koronukritikk. Martin er eisini alment kendur fyri sínar mongu atfinningar mótvegis 5G-neti.
 
Heilsubótin í Danmark
Nógv munnu tey vera, ið hava hoyrt um Kim Boye. Hann er eisini kendur sum ein motivatiónsprædikumaður, undir dulnevninum Den Mentale Kriger. Boye hevur arbeitt við stórum og kendum ítróttarnøvnum sum mentalur venjari. Nú hevur hann byrja felagsskapin MEDGANG, ið setur sjóneykuna á jaliga sálarheilsu. Teir ætla at veita ráðgeving og hjálp til tey ið stríðast, orsaka av eitt nú avmarkingunum, ið koronutilmælini hava við sær. Sum ein frelsandi eingil í korona høpi, veita teir nú heilsubót uppá tað, ið teir meta hevur voldið danskarum skaða. Teir siga at teirra høvuðsendamál er at veita jaliga broyting fyri einstaklingin, samfelagið og framtíðina.
 
Hvussu er í Føroyum?
Tað gekk ikki long tíð, frá tí at farsóttin kom til sjóndar, og til føroysku knappaborðsstríðsmenninir komu undan kavi. Vit hava ikki sæð nógv til almennar koronumótmælisgongur, um enn nakað yvirhøvur. Facebook-bólkar so sum ‘CoronaVitan’, ‘Føroyar Vakna’ og ‘Føroyingar ímóti koronapassi’ vórðu skjótir til lívs. Á bólkunum verða greinar, hugleiðingar, klummur og ymiskt upplýsingartilfar deilt. Onkur hendinga innsamling av undirskriftum hevur verið, sum liður í eini mótmælingsgongu.
 
Landsins myndugleikar undir pressi
Tað er sjón fyri søgn, at føroyingar duga væl at seta yvirvøldina undir press. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur nú tikið tilmæli um koronupass aftur. Her var hann eisini undir pressi, eins og hann var, táið hann setti tað í gildi. Løgmaður hevur sagt soleiðis: “Eg hevði ikki ynski um, at koronupassið skuldi verða aktivt brúkt í Føroyum. Tað var ein sterkur fólksligur vilji. Tí tóku vit tað til eftirtektar, at fylgja fólksins vilja.”
Tað er fyri nøkur ein gleði, at tað var sett í gildi, og fyri onnur var tað eisini ein sonn gleði, at løgmaður tók tilmælið um koronupass úr gildi.

Á okkara leiðum hava vit ikki eins nógvar skrásettar felagsskapir, hvørs endamál er at útflýggjað propaganda um koronumótmæli og tílíkt. Tó so, so hava vit á okkara leiðum persónar, ið allir bera alment kent andlit, og sum eisini seta spurnartekin við koronutilmæli.
 
Frá skeptisku monnunum úr Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana, hava sett sín dám á kjaki, og fleirfaldar ferðir sagt, at tað skal vera upp til hvønn einstakan og at eingin skal trýstast á nakran sum helst hátt.
Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimur fyri Framsókn, var eisini alment frammi við lesarabrævi, og setti spurnartekin við koronutilmælini. Millum annað segði Bjarni: “Tilmælini, sum landsstýrið kemur við, geva ikki so nógva meining. Koronupassið hevur ikki livað upp til sína gávu”.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og fyrrverandi løgmaður, hevur eisini týðiliga talað: “Eg haldi ikki, man skal gera tað ein dag longur, enn tað gevur meining.”
 
 
Summa summarum
Vaglið hevur ikki verið á gosi við pyroshow, neyðblussi og svørtkløddum jokarum, men vit duga væl at geva okkara meining til kennar, her á landi. Føroyingar duga væl at tala at. Ímeðan tey í Danmark mótmæla koronutilmælini við mótmælisgongum og uppreistrarbólkum, hava vit í Føroyum ein heilt annan hátt at gera tingini uppá. Vit hava á okkara leiðum eisini nakrar stórar koronukritikkarar. Vit hava millum annað navnframa Jón Tyril. Í Danmark hava tey millum annað Martin ‘MD’ Iversen. Í Danmark er tørvurin ein heilt annar enn í Føroyum, og hava vit eisini í Epidemiloven eina reglu, §32, ið sigur: “Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan ved kongelig anordning sættes i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de særlige færøsk forhold tilsiger.”
 
Í Føroyum er tað enn einaferð prógvað, at okkara talu- og skrivifrælsi er ein framíhjárættur. Eitt gott amboð. Ein gáva frá Skaparans hond.
Í Føroyum er tað enn einaferð prógvað, at her valdar fólksligur vilji.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…