Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Gertrud “Giggu” Nicolajsen

SKRIVAÐ: Gerhard Lognberg  |  24.01.2022 - 14:17 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Fyrsta dag í 2022 legði Gigga árarnar inn 81 ára gomul.

Gigga var dóttir Jógvan og Selmu Drangberg úr Skopun.

Gigga giftist við Brynjolv Nicolajsen og fingu tey eina gentu Bryngerð, og dreingirnar Jógvan Hendrik Annfinn, Símun Martin, Remi og Brynjolv. Tey áttu eitt stórt avkom. Gigga var eisini blivin olduromma at fitta Milan.

Gigga gjørdi ikki nógv um seg. Eg havi altið kent Guggu og Brynjolv, sum nú bæði eru farin heim til Harran.

Eg má siga, at tey vóru góðir vinir at hava.

Gigga segði kanska ikki so nógv, men hon dugdi so sanniliga at vera stuttlig, vit høvdu ofta góðar samtalur.

Eg kom at virka nógv í sangkórinum í samkomuni, sum tá æt Betania, saman við Giggu, hon leiddi sangkórið.

Eg minnist tað, sum eina góða og gevandi tíð, sangur hevði Giggu’sa stóra áhuga, og gott hevði hon málið at syngja við, tað prógva bondini, sum Herman og hon sungu inn. Hetta var eitt vælsignilsi fyri mong menninsku, og er tey ofta enn at hoyra.

Gigga var persónliga trúgvandi. Hon og maðurin settu ikki ljósið undir skerpuna.

Tey reistu nógv runt og boðaðu gleðiboðskapin saman við orðinum. Har hon var, hevði hon gittarin við, har sang og spældi hon so vakurt.

Eitt sum Gigga gekk sera høgt upp í var, at húsini vóru pen, væl mála og alt í góðum standi.

Inni var hon soleiðis at alt skein, hon var ein av teimum sum vaskaði reint, hetta galt eisini úthúsið, sum stendur niðan fyri húsini, eisini tað gólvið varð vaskað við skúribust.

Eg minnist, tá bróður, sum ikki er ímillum okkum longur, og svigarinnan giftust, tá stóð ein partur av brúdleypinum inni hjá Giggu og Brynjolv.

Tit bæði ferðaðust nógv í Føroyum um sumrarnar, eg meini at tit bæði vóru í fleiri ár á rað norði í Hattarsvík. Áveg til hús aftur fekk Gigga ella rætta navnið Gerdrud, stóran skaða í beinið, hetta kom at merkja hana restina av lívinum. Hetta hendi umborð á postbátinum.

Nú er tú farin heim til Jesus, sum tú altíð vitnaði um, har er tú saman við tínum manni og foreldrunum, sum átti vitnisburðin um Jesus.

Góða Gigga, tú sveik ikki tínar vinir, eg haldi at øll vóru tínir vinir.

Góðu børn, ommubørn, langommubørn og oldurommubarn, má Harrin Jesus styrkja tykkum í sakninum.

 

Ærað verður minnið um Giggu

Gerhard

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…