Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ætlanir um egningamiðstøð á Eiði

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  24.01.2022 - 17:58 Myndarøð Tíðindi Vinna

Egnarar úr Nepal hava roynt seg í egningarskúrunum á Stongunum.

Á Stongunum er sera nógv virksemið fyri tíðina. Hýsuveiðan hevur fingið góðkenning sum burðardygg veiða og hetta hevur havt við sær, at avreiðingarprísurin á hýsu er farin upp. Tað hevur sjálvandi havt við sær, at útróðurin far meira burturúr, tí nógv tann størsti parturin av veiðuni hjá hesum skipabólkinum er hýsa.

Egnarar úr Nepal

Í egningarskúrunum er í løtuni nógv virksemi. Tá Norðlýsið var á vitjan, hittu vit fólk frá

Filipinunum og frá Nepal, sum krøktu makrel og høgguslokk upp á línu.

Nógvu nýggju fólkini koma frá Sjógæti.

Kallanes seldur

Eyólvur Vang, sum higartil hevur átt Norðsøka og Kallanes, hevur selt Kallanes til Sjógæti við Hans Marius í Byrgi.

Tá vit ringdu til Hans Marius at fregnast um hvørjar ætlanir hann hevur við Kallanes, sigur hann, at báturin sjálvandi skal rógva út og avreiða til Sjógæti. Í tí sambandinum er ætlanin at seta á stovn eina egningarmiðstøð á Eiði, har tað skal vera møguligt hjá útróðrarbátum og línubátum annars, at keypa sær ein egndan stamp fyri umleið 500 krónur.

Hugskotið úr Litava

Hugskotið til hetta er millum annað sprottið úr arbeiðinum sum Petur Olsen ger í Litava, har hann hevur eina egningarmiðstøð og sendur egndar stampar í bingjum til Noregs. Í Noregi selur Petur Olsen so stamparnar engdar til ymiskar útróðrarmenn.

Skúrurin hjá Norðsøka

Sjálvandi, hetta verður helst ein stór uppgáva hjá okkum. Vit eru tó byrjaði og hava fingið gamla egningarskúrin, sum Norðsøki hevði her á Eiði til at egna í.

Tú kanst kanska siga, at tað at vit nú hava sent fólk til Klaksvíkar at egna fyri Kallanes, er ein spíri til byrjanina av eini egningarmiðstøð á Eiði.

Norðís er Sjógæti

Sjógæti eigur annars gamla Norðís virkið, her vit kryvja fisk frá útróðrarbátum, arbeiða sum eitt flakavirki, og hava rigga ein part av virkinum til sild og makrel.

Spírin gróðursettur í Klaksvík

Sum tú ivaleyst veitst, sigur Hans Marius í Byrgi at enda, so stendur á at fáa nóg mikið av arbeiðsfólki í Føroyum til nógv ymisk arbeiði og egningin er onki undantak í so máta. Við spíranum til egningarmiðstøðina, sum vit hava gróðursett í Klaksvík, læra vit eisini fremmanda arbeiðismegi hjá okkum upp til eisini at fáast við egning.

Lýsing
Seinastu tíðindini
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað