Lýsing
Lýsing
Eitt vikuskifti við blandaðum veðri stendur fyri framman. Eitt sindur av vindi í dag, minni í kvøld, stormur í morgin, gott veður sunnudagin fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin. | Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (KvF)

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.01.2022 - 12:26 Tíðindi Veðrið

Ikki gott veður hetta vikuskiftið. Eitt lágtrýst er í morgun statt einar 2/300 fjórðingar norðan fyri Føroyar, og tað fer at seta sín dám á veðrið her hjá okkum í dag og í morgin.

Leygarkvøldið fer tað at sleppa takinum um okkara leiðir, og so skulu vit bíða til tað næsta lágtrýstinum. Tað er longu her sunnukvøldið.

Eitt sindur av vindi er í morgun saman við samregni. Vindmátarar hjá Veðurstovu Føroya vísa 13 til 18 m/s av útsynningi. Seinnapartin fer ættin upp í vestan, vindurin fer at minka, og tað fer at slíta í.

Hitin í dag fer at minka úr 8 stigum á middegi niður í 5 stig í kvøld.

Á midnátt eru 5 til 10 m/s av vestri og ælaveður.

Í nátt fer ættin upp í útnyrðing, og vindurin fer at veksa. Á middegi er vindferðin í miðal fyri alt landið 20 til 25 m/s. Hvirlurnar fara heilt fitt upp um hetta, 1½ til 2 ferðir miðalvindin – serliga har sum útnyrðingur er ójavnur.

Út á seinnapartin fer vindurin spakuliga at minka. Klokkan 18 í annaðkvøld eru 13 til 18 m/s; á midnátt 5 til 10 m/s. ættin er tann sama alla morgindagin, útnyrðingur.

Hitin í morgin fer at minka úr 5 stigum um náttina niður á frostmarkið um kvøldið.

Sunnunátt og -morgun er lágrýstið við vindinum farið eysturum, og ein hátrýstryggur við góðum veðri fer at leggja seg yvir Føroyar. Vindurin minkar niður í umleið 5 m/s, og ættin fer niður í sunnan.

Góðveðrið fer tó ikki at liggja leingi. Seinnapartin er avfall við regni og/ella kava, og ættin støkkur uppaftur í útnyrðing. Vindurin veksur um kvøldið upp í hvassan vind, 15 m/s.

Hitin sunnudagin fer veksa úr frostmarkinum um náttina upp í 3-4 stig seinnapartin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…